Leygardagin setur Nólsoyggin punktum fyri summarinum, tá ið bjóðað verður til Ovastevnu. Og eftir øllum at døma verður Ovastevnan hildin í góðveðrið.
DMI sigur í dag, at hitin fríggjadagin verður um 15 stig. Tað verður skíggjað, men turt, og millum 5 og 10 m/s.
Leygardagin verður enn minni vindur millum 3 8 m/s. Sól um dagin og aftur um 15 stig. Um náttina verður turt og skíggjað, og hitin um 10 stig.