Frálandavinna
Sosialurin hevur frætt frá manningini á supply/standby-skipinum M/S Prosper, sum eisini hevur sent okkum myndir. Manningin er haldari av Sosialinum, og er sera fegin um at frætta tíðindi heimanífrá.
Sum eitt íkast til tíðindaflutningin, hevur manningin á Prosper, sum siglir undir føroyskum flaggi, í stuttum greitt okkum frá tí arbeiði, sum skip og manning gera í oljuvinnuni. Manningin sigur seg í fyrsta lagi fegnast um, at so nógvir føroyingar hava arbeiði í oljuvinnuni í Norðsjónum.
- Tað er stívliga eitt ár síðan, at Sp/F Team Beredskab í Havn yvirtók tvey stór supply/standby-skip saman við norska reiðarínum, Simon Møkster Shipping AS í Stavanger. Við hesum kom Merkið at hanga í mastrini á enn einum skipi, sum hevur sítt virksemið í oljuvinnuni í Norðsjónum.
Nøgd manning
Manningin á Prosper fegnast um føroyska felagið, Sp/F Team Beredskab, sum verður stýrt av Sp/F Tor Shipping við Tórleivi Mikkelsen, dóttrini Joan og manni hennara, Hentzari Steringrímsson.
- Tey útvega skipunum manning og hava raksturin av reiðarínum um hendi saman við norska reiðarínum, Simon Møkster Shipping AS. Hetta samstarv hevur nú vart í eitt trý ára skeið.
Manningin á Prosper sigur, at samstarvið byrjaði við tveimum smáum standby-skipum, og síðan er flotin øktur við tveimum størri skipum.
- Í vár varð ein av teimum smáu standby-bátunum, M/S Supporter, seldur til Hálands, men manningin fekk hýru við øðrum skipum hjá føroyska og norska felagnum.
Føroyska manningin við hvørjum av teimum størru skipunum hjá felagnum telir 10, og seks føroyingar eru við hvørjum av teimum smærru skipunum.
- Vit arbeiða fyri norska oljufelagið BP og eru staddir á oljuleiðini, Valhalla. Her eru sjey oljuplattformar, sum vit skulu hava vaktarhald við. Umborð hava vit eisini oljusperru, um tað skuldi hent, at olja fer at leka.
Manningin á Prosper hevur eisini til uppgávu at føra bingjur millum plattformarnar í økinum.
- Á Valhalla oljuleiðini er ein manning á platformunum, sum telir 190 fólk. Arbeiðsdagurin hjá teimum er 12 tímar. Ein tyrla er stationerað á leiðini, sum flytir fólk ímillum. Farið verður út á teir smáu plattformarnar klokkan 07 um morgunin og av teimum aftur klokkan 19 á kvøldi.
Er veðrið til vildar, er ikki vanligt, at manningin svevur á teimum smáu plattformunum. Tó kann mjørki gera, at ikki slepst av teimum aftur í nakrar dagar.
- Tað er komið fyri, at mjørki hevur ligið langt niður ímóti sjónum og hevur gjørt, at tyrluflúgving ikki hevur verið møgulig upp í eina viku. Tá hevur uppgávan hjá okkum verið at siglt millum plattformarnar við mati til manningina.
Spennandi uppgáva
Manningin á Prosper heldur tað vera sera spennandi at starvast í norsku oljuvinnuni, og teir eru væl nøgdir við sítt arbeiðspláss og sín arbeiðsgevara.
- Vit eru 28 dagar umborð og 28 í landi. Hetta er gott sjólív og góðar umstøður, tá tú hevur tína familju heima í Føroyum.
Felagið, sum Tor Shipping í Havn samstarvar við, Simon Møkster Shipping AS, hevur nøkur nýggj skip í gerð.
- So, tað verður spennandi at síggja, um vit føroyingar sum frá líður fáa nøkur onnur skip í føroyska flotan við Merkinum á stong, sigur manningin á Prosper.
Sambært bóklingi um norska reiðaríið, sum kom út í vár, vóru 31. desember 2007 478 arbeiðspláss í norska og føroyska reiðarínum.
- Manningin við norsku skipunum telir 454, harav fleiri av teimum eru føroyingar. Hjá føroyska reiðarínum eru 54 arbeiðspláss, umframt at 24 arbeiðspláss eru á skrivstovunum í Stavanger og í Havn
Manningin á Prosper, sum var umborð um jólini, fekk góðan jóladøgurða við dunnu, og eisini fingu teir jólapakkar frá Sjómanskvinnuringunum og frá reiðarínum.
- Vit ynska at takka fyri gávur og gott samstarv, sigur manningin á supply/standby-skipinum M/S Prosper.