Tiltakið verður ein samanrenning av upplestri, tónleiki og myndaframsýning. Eisini verður lætt ábit bjóða.
Bókin er 42 bloggur um frælsi við hugleiðingum úr Galatiabrævinum. Til bókaútgávuna hevur høvundurin heitt á sjey dugnalig myndafólk at taka og/ella velja út eina mynd til hvørja blogguna. Í bókini eru soleiðis 42 myndir útvaldar av myndafólki við støði í boðskapinum í einstøku blogguni. Hesar myndirnar vera sýndar fram á móttøkutiltakinum.
Bókin er um, hvussu frælsi gongur hond í hond við at taka ábyrgd av sær sjálvum, øðrum og øllum skapanarverkinum. Hon sigur nakað um, hvussu frælsi kann misskiljast og misnýtast, men leggur nógv størri dent á, hvussu frælsi skal skiljast og kann nýtast. Bókin er eisini eitt róp um loysing frá teimum krøvum, væntanum og fordómum, sum kristin og samkomur leggja á menniskju, ið eru skapt til frælsi. Hvør blogga í bókini skal síggjast sum ein gluggi inn í frælsislandið, sum stendur einum og hvørjum opið at traðka inn í og gerast borgari í.
Eitt serstakt við bókini er, at Jógvan hevur gjørt nýggja umseting av Galatiabrævinum á gerandismáli, sum er løtt fyri øll at lesa og skilja. Umsetingin er aftast í bókini.
Útgávutiltakið í Müllers Pakkhúsi týsdagin er opið fyri almenninginum.