Eitt er tó greitt, og tað er, at tey vóru innanhýsis samd. Ósemjan á sjálvstýrisvonginum hevur so mangan darvað og tarnað okkum seinastu 100 árini. Tí var hetta nakað vit kortini kundu gleðast og fegnast um henda vanlukku fríggjadag. Her verður als ikki sipað til skiftistíðina, ið boðin var, men niðrandi viðferðina okkara góðvarnu fólk fingu.
Tey trý landsstýrisumboðini lupu kortini ikki framav. Tey vóru bæði virðilig og bærilig. Vit, ið kenna okkum at varða av hesum fólkum, ið hava tikið sítt arbeiði í álvara, eiga at sláa garð um tey.
Fyri framman liggja stundum leiðir, har eingin hevur slóðað. Tey, ið ganga á odda, venda altíð bakið til teirra, ið ganga aftaná. Tað er umráðandi at kenna seg tryggan við tey, tú vendir bakið til. Vit mugu tí bakka hesi fólk upp. Íslendingar vóru har beinanvegin. Tað kenst fjálgt og gott, men týdningarmest er, at samráðingarfólk okkara kenna seg sannførdan um, at sjálvstýris- og fullveldisfólk standa teimum við lið bæði beinleiðis og í fluttari merking. Fari tí so staðiliga at biðja politisku ungmannafeløgini hjá fullveldisflokkunum um at skipa fyri eini fólkafylking ella frælsisfylking fyri fullveldinum, ið virka skal, til fólkaatkvøðan hevur verið.
Argir, hin 21. mars 2000
Karin Kjølbro