Frá Morris til Toyota

Elektrikarin Sigird av Reyni fekk í 1947 umboð fyri Morrisbilar í Føroyum. Seinni tók sonurin, Eivind yvir bilasøluna, sum í dag er av landsins størstu - og selur japansku bilarnar Toyota

Magnus Gunnarsson


Sigird av Reyni varð borin í heim 8 september 1916, sonur Jens av Reyni í Havn.

Sum ungur fór hann í elektrikaralæru á el-verkstaðnum á Rundingi í Havn. Seinni fer hann niður til Danmarkar at útbúgva seg víðari sum el-installatørur.

Hetta var fyrra partin av fýratiárunum, og sum hjá so mongum øðrum føroyingum, slapp hann ikki heim aftur, fyrr enn kríggið var av.

Hann arbeiddi eina tíð hjá einum av stovnarunum av DOMI (Dansk Oversøisk Motor Industri) í Glostrup, og áðrenn hann kom aftur til Føroya, hevði hann gjørt avtalu við teir um at umboða Morris bilarnar í Føroyum.


Sigird yvirtók

verkstaðin í Rættará

Tá hann kom heimaftur í 1946 yvirtók hann verkstaðin og bygningin hjá pápa sínum niðri í Rættará, og í februar 1947 læt hann upp har við bilverkstaði og el-installatørvirkið.

Virksemið var stórt á verkstaðnum, og hóast Sigird alla tíðina hevur havt umboðið og søluna um hendi, hava aðrir havt verkstaðin undir hond ávís tíðarbil. Fyrst Frits Jensen, síðan Sverri Djurhuus. Sigird hevði bæði sveinar og lærlingar í arbeiði á el-installatørvirkinum. Av og á avloysti Sigird eisini sýnsmenninar hjá Tryggingarsambandinum.


Eivindur tekur

yvir verkstaðið

Í 1969 var Eivind, sonur Sigird, útlærdur sum bilsmiður. Hann hevði verið í læru hjá Frits Jensen í Gundadali og yvirtók nú verkstaðin.

Við tíðini gjørdist ov trongligt í Rættará, og sum fráleið varð nærum líka nógv arbeiði gjørt úti á vegnum sum inni á verkstaðnum.

Hetta kundi ikki halda á, og ætlanir vóru lagdar um at byggja nýggj hølir til fyritøkuna, sum tá hevði fingið navnið Reyni Service og umboðaði British Leyland bilarnar, Morris, MG, Wolseley,Rover og Jaguar.


Reyni Service flytir niðan í Hoyvíkar

Eitt grundøki var fingið til vega í Hoyvíkshaganum, og í 1978 flutti Reyni Service inn í ein 1400 fermetrar stóran bygning við Vegin Langa.

Í 1980 fingu teir umboð fyri Toyota bilarnar, tá kom væl við at hava stór og góð høli.

Av tí at bilasølan vaks nógv í áttatiárunum varð neyðugt at byggja út vegna plásstrot, og tá liðugt varð, høvdu teir yvir 3000 fermetrar undir taki.


Sigird góður stuðul

Sigird var ein góður stuðul og hjálp hjá Reyni Service líka til tað síðsta og hevði stóran áhuga í fyritøkuni. Tey seinnu árini var hansara arbeiði m. a. at gera nýggjar bilar klárar, skráseta teir, montera radio, lyktir o. a. Hann dugdi sera væl at finna feilir og rætta teir skjótt og væl.

Vit minnast Sigird sum ein vinsælan og lítilætnan mann, sum altíð hevði ferð á.

Sjálvur hevur hann ikki persónliga gjørt tað bestu reklamuna fyri teir bilar, hann hevur umboðað, og ongantíð koyrt í teimum størstu og bestu bilunum.

Ofta var tað ein brúktur bilur hann hevði tikið inn í býti við nýggjan, ið hann hevði monterað t. d. eina eykalykt á. So koyrdi hann við teimum, til teir vóru so gamlir og ringir, at teir ikki kundu brúkast meira.

Sigird legði nógva orku í og vísti stórt trúfesti saman við familiu síni í brøðrasamkomuni í Havn og aðrastaðni.

Hann andaðist 22 februar í 1994, 77 ára gamal.


Keldur:

Fra bilindustriens

historie v/Mogens H. Damkier

Eivind av Reyni

Dagblaðið frá 06.05.1987