Í kvøld fara nakrir av Føroya kendastu og royndastu tónleikarum at spæla til dans í Havn.
Tað er ikki ofta, at fólk fáa møguleika at hoyra tónar hjá Frændum live, men í kvøld verða hitt sum Dubultsong, 80ini og Hundurin Brúni at hoyra í dansistaðnum Rex.
Teir, ið fara at undirhalda við øllum teimum kendu løgunum hjá Frændum, eru Jóhannus á Rógvi, James Olsen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe.
- Vit gleða okkum at spæla til dans í kvøld, og vit kunnu lova, at vit fara at spæla frá stóra sangkataloginum hjá Frændum, ið spennir líka frá 1984 og fram til í dag, sigur Eyðun Nolsøe.