Frásøgufókini kappaðust

Flogbóltssambandið skipaði um vikuskiftið fyri bowling-kapping, har tey, sum vanliga fáast við at siga frá ítrótti, vórðu send á vøllin

bowling

Um vikuskiftið varð eitt heldur óvanligt ítróttartiltak fyriskipað í bowling-høllini á Hálsi. Tað var Flogbóltssambandið, sum hevði sett sær fyri, at nú skuldu ymsu fjølmiðlafólkini innan ítrótt kappast, og fyri at finna eina ítrótt, har øll kundu vera við, varð gjørt av, at talan skuldi vera um eina bowling-kapping.
Upprunaliga vóru 28 fjólmiðlafólk boðin við til tiltakið, og tó at onkur fráfall vóru væntandi, so vóru 20 luttakarar við í kappingini, sum hevði fingið navnið, Atlantic-Airways Open. Tað var nevnliga so, at vinnarin av kappingini vann ein Apex-ferðaseðil.
Klokkan 18.00 varð lagt til brots, og eftir tveir intensar tímar varð teldan í bowling-høllini so sett at skriva ymsu spølini út, soleiðis at Magni Arge kundi boða frá, hvør varð vinnarin av kappingini.
Undir handanini tók Magni Arge skemtandi til, at stigini hjá ymsu luttakarunum týðiliga bóru prógv um, hví hesir høvdu valt at siga frá um ítrótt, heldur enn at íðka ítrótt sjálvir, og undir øllum umstøðum kann staðfestast, at talvan við norðari bróstið á bowling-høllini neyvan skal kenna seg hótta av teimum, sum tóku lut hetta kvøldið.
Tá alt kom til alt, so gjørdist endaliga støðan tann, at Jákup Bogi Joensen av Dimmalætting gjørdist vinnari við 158 stigum. Honum á baki kom Bjarnheðin í Hoyvík úr Sjónvarpinum, sum eitt skifti var á odda, men við sínum 153 stigum gjørdist hann akkurát ov stuttur. Triðja plássið vann Bjartur Nolsøe, sum skrivar ítrótt á sportal.fo. Hann fekk 148 stig í sínum besta spæli.
Umframt Apex-ferðaseðilin til vinnaran, vórðu virðislønir eisini lætnar teimum báðum næstu monnunum, og hartil varð eisini ein serlig virðisløn latin leikaranum við vánaligasta spælinum. Hendan ivasama heiðurin fekk Símun á Høvdanum, men sjálvur segði hesin, at hetta einamest komst av, at hann í heilum mátti hugsa um myndatólið, heldur enn at savnað tankarnar um tær tíggju keylurnar, sum koppast skuldu. Fyri royndina fekk Símuin tó heiðursbræv við áskriftini »Krevur bata«, og fyri eisini at vísa hetta í verki, varð hjálagt eitt gávubræv til bowling-høllini til ein venjingartíma.