Ann Marker er kend frá sínum starvi sum sjónvarpsvertur á vísundasendingini "Viden Om" á DR2.
Nú verður tað, sum hon sigur ”Viden om elbiler” hon skal formidla hjá ChoosEV, fyri at fáa danir at velja umhvørvisligu bestu loysnina innan bilar.
Áðrenn Ann Marker fekk starv sum vísundajournalistur hjá DR2, arbeiddi hon eitt tíðarskeið sum meteorologur hjá DR1.
Eftir at hava arbeitt átta góð ár hjá DR, er tíðin búgvin hjá mær at royna nakað nýtt. Her kann eg røkja mín áhuga fyri umhvørvinum, samstundis sum eg eri við at byggja eina heilt nýggja vinnu upp, sigur Ann Marker, sum er 38 ára gomul og útbúgvin cand. scient.
ChoosEV er ein donsk elbilafyritøka. Eigarar av fyritøkuni eru Syd Energi, Seas-NVE og Sixt Danmark. Málið hjá ChoosEV er at vera leiðandi á danska marknaðinum innan infrastruktur og elbilar.