Frítíðarkaving – er ein góður vinnumøguleiki

- Hevði gamla ferðamannaskipið Pride, sum leingi hevur ligið á Vestmanna, verið søkt á hóskandi staði og hóskandi dýpi, kundi hetta verið byrjanin til eina veruliga vinnu innan frítíðarkaving í Føroyum, sum annars er rættiliga attraktivt í øðrum londum. Møguleikarnir í Føroyum er minst líka so góðir sum aðrastaðni, sigur Ingi Sørensen, kavari

Frítíðarvinna

 

Frítíðarkaving er ikki ókent fyribrigdi í Føroyum. Hetta virksemi gongur fyri seg í tí stilla, og lítið hoyrist um tað millum fólk, sum ikki fáast við kaving. Áhugin í Føroyum er veksandi, og tað eru tey, sum síggja stórar møguleikar í hesum, um betri fyritreytir verða skaptar.

Ein teirra, sum í fleiri ár hevur fingist við bæði vinnuliga kaving og frítíðarkaving, er Ingi Sørensen, kavari.

Hann hevur leingi verið rættiliga hugtikin av tí, sum er undir vatnskorpuni og niðri við botnin, og hann er eisini ein teirra, sum sær vinnumøguleikar innan frítíðarkaving í Føroyum.

- Eg eri rættiliga bitin av kaving og havi kavað nógv kring um í Føroyum, og eg havi eisini kavað á ferðum í útlandinum, har frítíðarkaving nógvastaðni er ein vælskipaður partur av ferðavinnuni.

Ein kavari sær og upplivir nógv, sum vit onnur uppi á landi ikki síggja.

Eins og fleiri aðrir kavarar í Føroyum, hevur Ingi óteljandi ferðir kavað niður á farmaskipið Ólav Gregersen, sum fórst við Flesjarnar 10. januar í 1984. Hann hevur eisini kavað niður á Stathav, sum fórst suður úr Hólmafles fyri nøkrum árum síðan.

 

Pride í 100 ár

Ingi Sørensen heldur, at gamla ferðamannaskipið Pride, sum leingi hevur ligið á Vestmanna, hevði verið sera vælegnað til frítíðarkaving, um skipið hevði verið søkt á hóskandi staði og hóskandi dýpi.

- Pride er eitt kent navn í føroyskari skipasøgu, og hevði eitt nú Tórshavnar Froskmannafelag fingið skipið, og myndugleikarnir góvu loyvi til søkking, kundi minnið um skipið livað í kanska 100 ár aftrat. Soleiðis kundu vit varðveitt minnið um eitt av okkara ferðafólkaskipum, nú fleiri og fleiri oyggjar verða bundnar saman við føstum sambandi.

Ein orsøk til, at Ingi nevnir Pride sum ein góðan møguleika, er, at skipið hevur tænt fyri seg í føroyskari ferðafólkasigling – og tað, at Ingi sjálvur og Pride eru javngamlir.

- Pride er bygdur í 1960 – sama ár - sum eg eri føddur, sigur hann brosandi.

Ingi hevur síni hugskot um, hvar hann heldur, at skipið kundi verið søkt, og eitt av støðunum, hann er serliga heitur fyri, er millum Kapilin og gomlu lendingina á Borðuni syðst á Nólsoynni.

- Hetta er eitt sera vakurt stað, og botnur og dýpi eru sera væl egnað, sigur hann.

 

Kavaramiðstøð

Kavarin vísir á, at skulu vit skipa eina veruliga frítíðarvinnu við kaving í Føroyum, verður eisini neyðugt við eini veruligari kavaramiðstøð, har fólk, bæði føroyingar og útlendingar, sum vitja higar í frítíðini, kunnu leiga sær útgerð og fáa ein ferðaleiðara við sær.

- Tað eru mong, ið hava kaving sum frítíðarítrív, men tað eru ikki øll, sum eiga útgerðina – ella kunnu hava hana við sær á ferðum í Føroyum.

Sjálvur hevur Ingi fleiri ferðir kavað saman við útlendskum ferðafólki, sum hava vitjað í Føroyum, men tað, sum hann eftirlýsir, er, at henda frítíðarvinna verður neyvari skipað í Føroyum.

- Eg síggi eitt stórt potentiali í hesi vinnu, sigur hann.

Ingi ivast onga løtu í, at tað er minst líka so áhugavert at kava við føroysku strendurnar, sum tað er at kava nógv aðrastaðni, har hetta er ein partur av ferðavinnutilboðunum.

- Støðini eru nógv og forkunnug, sjógvurin er klárur, botnurin er skiftandi, og nógv ymiskt lív er at síggja fram við landi.

Hann vísir á, at leingi hevur verið tosað um at gera nakað við hendan partin av okkara frítíðarvinnu, og nú heldur hann, at tíðin er komin til, at okkurt veruligt spyrst burtur úr hesum.

- Vit hava Faroe Diving í Klaksvík, sum partvís tekur sær av útleigan av útgerð og hevur annað virksemi í sambandi við kaving, men neyðugt er at útbyggja hendan partin og ítøkiliggera fleiri tilboð – bæði til føroyingar við áhuga fyri kaving og útlendsku ferðafólkini, sum vilja uppliva Føroyar á ein annan hátt, sigur Ingi.

Hann vísir á, at í fleiri londum, sum kaving er ein partur av ferðavinnutilboðunum, er neyðugt at bíleggja sær pláss til slíkar ferðir fleiri dagar frammanundan.

- Kaving er soleiðis vorðin ein alsamt veksandi partur av ferðavinnutilboðunum, og eg haldi, at vit í Føroyum nú eiga at gera okkurt við hetta, sigur Ingi Sørensen.