FRÍTÍÐARSKÚLIN – hvar er hann á veg?

Seinasta árið hevur hesin spurningur fylt meiri og meiri í okkara hugaheimi. Verður gongdin tann, ið sett er út í korti av landsins myndugleikum, framhaldandi, so verður alt arbeiðið, sum er bygt upp gjøgnum tey 13 árini, frítíðarskúlin hevur verið til í Føroyum, brotið niður. Tað verður ein goymsla til børnini, til tey verða heintað, ella kunnu fara heim.

Skúlin hevur fingið fleiri tímar til hesi børn, sum eru tiknir frá frítíðarskúlunum, tímarnir pr barn, sum í løtuni er 3,0, skal niður á 2,42 eftir nýggjár, hetta ger, at starvsfólk í mesta lagi KUNNU fáa 25 tímars arbeiðsviku, sum aftur hevur við sær, at pedagogar rýma, tí teir kunnu ikki klára dagligar útreiðslur við undir trýkvartari løn.

Vantrivni og frustratión valdar millum starvsfólkini, sum sjálvandi hevur árin á dagligdagin, bæði á arbeiðsplássinum og heima.

Í mai mánaði vóru vit 9 námsfrøðingar í Hoyvík, nú eru vit 4½! 50% niðurgongd! Fólk fara aðra staðir eisini.

Sostatt verður hetta ikki eitt pedagogiskt tilboð meir!

Kundu hugsað okkum at fingið eitt kjak í gongd um hesi viðurskifti!

Hvat er ætlanin við frítíðarskúlanum?

Hvar er hann á veg?

Hvat við børnum við serligum tørvi?

Hvat við kvalitetinum?

Hvat við frítíðini hjá børnunum?

 

Hvat hugsa:

- Landsmynduleikar?

- Kommuna?

- Pedagogfelagið?

- Starvsfólk?

- Foreldur?

- Onnur?

 

Skal frítíðarskúlunum verða lív lagað sum eitt pedagogiskt tilboð til børnini, má okkurt gerast.

 

 

Vegna starvsfólk í frítíðarskúlanum í Hoyvík

Levi Mørk og Charlotta á Váli Olsen, námsfrøðingar