Børn og Heilsa
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í alt vóru 8 lið við í fótbóltskappingini. Frítíðarskúlin í Hoyvík hevði 2 lið, frítíðarskúlin við Løgmannabreyt hevði 2 lið, og frítíðarskúlarnir í Miðstovninum, Hornabø, Dr. Ingridar barnagarði og Badmintonhøllini høvdu 1 lið hvør.
Á vøllinum vóru 6 leikarar á hvørjum liðið, harav ein málverji.
Kappingin var skipað í 2 bólkum við 4 liðum í hvørjum, og hvør dystur í bólkaspælinum var tvær ferðirnar fimm minuttir. Til dystirnar vóru tveir smáir graslíkisvøllir í økinum rundan um frítíðarskúlan í Løgmannabreyt brúktir til endamálið. Í alt vóru uml. 70 til 80 børn við í kappingini.
Báðar semifinalurnar vóru millum liðini hjá frítíðarskúlanum í Hoyvík og frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, og frítíðarskúlin við Løgmannabreyt vann báðar dystirnar, og stóð sostatt við báðum liðunum í finaluni. Tískil var steypið, sum kappast var um, verandi í frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.
Sagt verður at dystirnir vóru sera javnir, og at frítíðarskúlin við Løgmannabreyt vann við einum máli í báðum semifinalunum.
Áðrenn semifinalurnar vóru leiktar fingu børnini millummála, og aftur við fingu tey okkurt gott at sløkkja tann væl tiltrongda tostan við.