- Fleiri viðurskifti hava gingið húsarhaldunum ímóti í 2008 og 2009. Húsaprísirnir vóru hægstir á heysti 2007 og eru síðan falnir. Tað skrivar Fíggjarmálaráðið í Búskaparfrágreiðing 1, sum varð latin løgtinginum mikudagin.
Saman við øktu lántøkuni hevur prísfallið elvt til, at frívirðið í húsunum er fallið nærum 4 mia. kr. ella um 20%, men frívirðið er framvegis stórt. Partabrøvini, sum føroyingar eiga, og sum húsarhaldini helst eiga ein minni part av, eru samanlagt fallin 68% í marknaðarvirði (uml. 4 mia. kr.) sama tíðarskeið. Óvissan um útlitini í heimsbúskapinum og í pørtum av okkara egnu fiskivinnu er enn stór.
Harumframt eru fíggjarstovnarnir vorðnir varnari við at økja um útlánini. Hetta eru alt viðurskifti, sum gera, at tað ber til at skilja, at húsarhaldini eru vorðin varnari og hava minkað nýtsluna og økt um uppsparingina. Øll hesi neiligu viðurskifti vera tó neyvan varandi. Bústaðarprísirnir fara neyvan at hækka aftur í bræði, men frívirðið er framvegis gott. Fleiri av føroysku listaðu fyritøkunum eru væl fyri fíggjarliga, sjálvt um marknaðarvirðið er lágt. Útlit eru tí til, at marknaðarvirðið kann hækka nakað aftur.
Rentulegan ella fíggingarkostnaðurin hjá húsarhaldum er lækkað í 2009, meira óvist er, hvat hendir við rentuni í 2010.
Húsarhaldini hava minkað lutfalsliga nógv um nýtsluna frá heysti 2007 til summarið 2009. Húsarhaldini hava minkað nýtsluna av drúgvum og hálvdrúgvum vørum í 2008 og 2009, samstundis sum nettolántøkan er minkað. Innflutningur av ódrúgvum nýtsluvørum fylgir gongdini í lønarinntøkum. Síðan oktober 2008 hava útlánini staðið í stað, meðan innlánini hjá húsarhaldum í peningastovnum eru vaksin. Hetta bendir á, at húsarhaldini sjálvi hava tikið stig til at minka nýtsluna, meira enn tað hevur verið atgongdin til fígging, sum hevur forðað vøkstri í nýtsluni.
Í treystikanningunum hjá Fíggjarmálaráðnum viðvíkjandi húsarhaldunum sæst, at gongdin í væntanum hjá húsarhaldum samsvarar heilt væl við gongdina í nýtsluni, sum lýst omanfyri. Tí kann ikki vera heilt burturvið at leggja dent á, at dapurskygnið hjá húsarhaldum um útlitini tykist at minka í seinastu kanningunum.
Føroysk húsarhald eru í altjóða sammeting væl fyri fíggjarliga. Virðið á sethúsum hækkaði nógv frá 2005 til 2007 og er síðan fallið aftur, men tykist ikki at hava verið so yvirmett sum aðrastaðni, og tykist tí ikki at hava fyri neyðini at falla so nógv meira. Skuldin hjá húsarhaldum er væl minni í Føroyum (75% av BTÚ) enn t.d. í Danmark (111% av BTÚ).
Samanumtikið er grund tí til at halda, at húsarhaldini fara at vera trygg við eina nýtslulegu, sum er eitt vet hægri enn tann verandi.