Frá 150.000 niður 50.000 krónur

Gekkavinnarin Eyðbjørn Hansen av Langasandi kom á 50.000 krónur í fyrsta snarið. Faldað við trý gav tað ein vinning upp á 150.000 krónur.

 

Men Eyðbjørn hevði valt at býta gekkavinningin upp á 2,1 millión krónur í trý, soleiðis at 750.000 krónur vóru í hvørjum gekki.

Tá gekkurin steðgaði á 50.000 krónur, kundi hann faldast við trý, soleiðis at vinningurin nú var 150.000 krónur.

– Eg havi altíð lovað, at eg skuldi fara víðari, so tað geri eg, segði hann.

Næstu ferð lendi hann á 40.000, sum gav 80.000 krónur. Men hann fór víðari, og endaði í triðja snarið á 40.000 krónum, sum gav 40.000 krónur.