- Tað ber ikki til at bjarga ferðafólkaárinum 2016, men bíleggingin til 2017 byrjar nú, og um neiliga gongdin ikki skal halda á, so má revsingin fyri at bróta fráboðanarskylduna strikast, sigur Annfinn Hjelm, fíggjarleiðari á Tórshavnar Havn.
Hann hevur millum annað ábyrgd av mongu ferðamannaskipunum, sum koma til Føroya og boðskapurin frá honum er greiður.
- Vit síggja eina markanta niðurgongd í ár í mun til í fjør. Í 2016 koma 40 ferðamannaskip á Havnina, í mun til 63 í ár. Um vit síggja burtur frá teimum skipunum, sum vóru her tá sólarmyrkingin var, so vóru 55 ferðamannaskip á Havnini í ár, sigur Annfinn Hjelm.
Í talið á ferðafólkum svarar hetta til at tað í ár væntandi koma 25.000 ferðafólk, tað vil siga ein afturgond á 18.000.
Annfinn Hjelm óttast tó, at talið á ferðamannaskipum verður enn lægri í 2016.
- Higartil eru nøkur, sum hava avlýst, meðan fleiri onnur hava latið vera við at bílagt sær pláss yvirhøvur. Eg óttist tó, at sum várið fer at nærkast, fara reiðaríini aftur at spyrja, hvussu verður við lógini. Stendur fráboðanarskyldan enn við, óttist eg, at enn fleiri fara at avlýsa sínar komur í 2016, sigur Annfinn Hjelm, sum greiðir frá, at reiðaríini heilt greitt siga, at tað er fráboðanarskyldan, sum ger, at tey ikki vilja koma.
- Noreg, Ísland og Japan taka hvørt ár móti einum stórum tali av ferðamannaskipum, hóast hasar tríggjar tjóðirnar allar fáast við hvalaveiðu. Tað er eitt greitt tekin um, at tað ikki er grindadrápið sjálvt, sum er trupulleikin, men heldur fráboðanarskyldan. Reiðaríini kunnu ikki rættvísgera yvir fyri hvørki starvsfólkum ella kundum sínum, at tey kunnu vera sett í fongsul, um tey síggja ein hval og ikki boða frá hesum, sigur Annfinn Hjelm.
Tað vísir seg eisini, at gamla orðatakið eins deyð, annans breyð, eisini er satt í hesum føri, tí meðan nógvar avlýsingar eru í Føroyum, seta grannarnir Ísland, Hetland og Orknoyggjar nýggj met í tali av ferðafólkaskipavitjanum.