Fráboðanir um kynsligan ágang tvífaldaðar

Tað sigur dagligi leiðarin á KRIS, nú tey víðka um sítt virksemi 3. februar.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Gvøðbjørg West

 

- Vit hava fingið tvífalt so nógvar fráboðanir um kynsligan ágang sum undanfarin ár, sigur Gvøðbjørg West, dagligur leiðari á Kris.

 

Í skjótt 15 ár, hevur Kris veitt ráðgeving og hjálp til fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. Týsdagin, triðja februar, letur sjálvbodni hjálparfelagsskapurin upp í nýggjum hølum í Hoyvík.

 

- Tørvurin á ráðgeving ger seg galdandi um alt landið, og fráboðanirnar vaksa í talið, og tískil hava vit valt at víðka um okkara virksemi, sigur Gvøðbjørg.

 

At fleiri fráboðanir koma inn, tekur dagligi leiðarin sum eitt tekin um, at kunningin um Kris hevur verið við at bróta tøgnina.

 

- Hóast fleiri fráboðanir, merkir tað ikki, at tað eru fleiri tilburðir við kynsligum ágangi í Føroyum. Tað kann hugsast, at tað er vorðið minni tabu at venda sær til okkara seinastu 15 árini, sigur hon.