Anna Mortensen
Einaferð stóð eitt busskýlið fram við vegnum á Tvøroyri - innilokað við beinki og øllum. Veit ikki hví, men brádliga var tað burturi, beint inn á eitt vendipláss, og har stóð tað leingi. Hálvavegna burturbeint stóð tað nú á høvdinum. Og ein góðan summardag sóust tvey fronsk ferðafólk, so tolin, standa frammanfyri skýlinum. Tey stóðu leingi, áðrenn tey fingu at vita, at hagar kom bussurin ikki, tí skýlið var burturbeint... Hetta var einaferð fyrst í 80´unum, tá flakavinnan var í hæddini, og útlendingarnir í bygdini hitti man til arbeiðis niðri á flakavirkinum. Nú, 20 ár seinni, høvdu hesi bæði fronsku ferðafólkini óivað leitað sær inn á kunningarstovuna og fingið leiðbeining. Flakavinnan syrgir ikki longur fyri, at útlendingar koma hendavegin á sumri, her er deydligt, sum sjálvdan áður. Og stundum hittir tú fólk á máli, ið næstan gerast eitt sindur firtin, tá tey hoyra um eina møguliga framtíðar ferðavinnu her í oynni: "vit hava onki veðurlag, ongar sólstrendur og ongar heitar keldur... hvat skuldu vit havt at bjóða útlendingum?
Men nú vit skriva 2005 verður tosað nógv - í krókunum - um ferðavinnumøguleikar í Suðuroynni. Nakrar eldsálir hava altíð verið í hesi vinnu, og tær tykjast nú fleiri. So vónandi fara tankar og hugskot hjá teimum at gerast veruleiki, tí vit skulu ikki bjóða ferðafólki 30 hitastig í julimánað ella ein svimjitúr í heitum keldum - tað lata vit danir og íslendarar um. Vit skulu bjóða teimum eina fragd fyri eygað í skiftandi ljósi, pollamjørka, ljósum nætrum, regni og anga av nýslignum grasi, vísa teimum útsýni frá Suðuroynni ein kláran dag, tá allar oyggjarnar liggja og slanga sær norðureftir í kvirruni, og oman í sjóvarmálan, tá brimið brýtur og sjógvurin leikar í. Vit hava stabbagrót og basaltfláir, kolanám og varðagøtur, og bygdir, ið allar hava eina søgu at siga frá....
Vit eru heppin at eiga grundarlagið at byggja hesa vinnu á, nevniliga eina náttúru, har tað er stutt frá fjalli til fjøru, frá bygdum landslagi til óbygt - náttúran er so tætt við, vit eru mitt í henni allatíðina, tað er okkara sermerki. Her kann skipast fyri alskyns túrum til gongu, í bili og báti. Og tann ferðandi kann fáa innlit í søgu okkara og mentan á allarbesta hátt, um vit ynskja tað - t.d.bara við at fylgja einum vanligum føroyingi, ið hevur seyð og bát - á rættina at klippa, í hoyna, út at fiska, eftir fugli o.s.fr. Nógvir føroyingar liva eitt "sermerkt lív" í mun til aðrir vesturlendingar, ið hava skift alla siðvenju út við nýggjan lívsstíl. Her hava vit framvegis eitt samfelag, sum livir og virkar - eisini - við elligomlum siðvenjum í einum nútímans dagligdegi.
Fiskur og handverk
Vit hava gamlir bygningar, ið ríkja av søgu. Her sipi eg til bygningarnir hjá Thomsen, sum saman við kaiøkinum á Tvøroyri kundi verðið eitt spennandi og "livandi" portur til Suðuroynna. Her kundu útlendingar, eins og føroyingar - til dømis - farið á forkunnuga fiskarestauratión og keypt spennandi fiskarættir. Tí vit eiga heimsins bestu rávøru, sum kemur beinleiðis úr sjónum, og verður landað beint uttanfyri dyrnar. Farið á café, har føroyskir tónleikarir spældu, og notið eina føroyska øl og/ella ein føroyskan snaps (bryggjaður í oynni) ella ein góðan kopp av kaffi afturvið tónleikinum. Havt møguleika fyri at sæð føroyska framleiðslu, eitt framsýningarhøli, har tað um summarið var søluframsýning av føroyskum handverki úr leiri, glasi, steini, ull, horni, træi .... So kaiin aftur kundi verðið miðdepil, har fiskur verður landaður og virkaður, handilslívið mennist eins og mentanarlívið.
Vit hava hópin av fólki, ið kunnu vera við til at skapa forkunnugar ferðir, bæði í haganum, í fjøruni og undir vatn-skorpuni, um tað skuldi verið. Kanska búgva tey ikki øll í oynni, summi eru stødd uttanlands í lestrarørindum, og onnur búgva kanska aðrastaðni í landinum, men tey vitja altíð um summarið. Tá hevði verið brúk fyri teimum í ferðavinnuni, eins og tað altíð var brúk fyri fólki í flakavinnuni um sumrarnar. Vit hava málkøn fólk, søgusigarar, kvæðarar, ævintýrarar og ... Men okkum tørvar ein persón ella eina eind, ið samskipar, planleggur, savnar træðrirnir og arbeiðir við Suðuroynni, sum eina heild, býtt upp í smærri eindir, ið t.d. allar hava sína seruppgávu. Havi nú tikið kaiøkið og Tvøroyri sum dømi um, at hetta kundi verið staðið, har fólk hittust um kvøldarnar, fóru út at eta og gistu. Í løtuni eru trý gistingarhús á staðnum, tvey miðskeiðis í bygdini, og tað triðja liggur í vøkrum umhvørvi við Á í Øravík. Hugsast kann, at tað eftirhondini gjørdist tørvur á fleiri, eins og onnur alternativ vórðu - eitt nú teltpláss. Vágur kundi t.d. verðið miðdepil og staðið fyri útferðum, bæði gongutúrum og ferðum á sjónum. Her verður serliga hugsað um Johanne TG 326, sum sigldi nógvar spennandi túrar í síðsta ár.
Ein gonguoyggj burturav
Durita Brattaberg starvaðist sum avloysari á kunningarstovuni í Vági síðsta summar. Hon skipaði fyri einu rúgvu av gongutúrum og útferðum við Johanne. Gongutúrar vóru hvønn leygardag, alt summarið, hugt varð at fugli ymsastaðni, ein taratúrur var, fyri bara at nevna nakrir. Eini 60-70 fólk vóru við hvørja ferð, har væl meira enn helvtin vóru føroyingar. Við Johanne varð skipað fyri 6 ymiskum túrum - ein fiskitúrur, ein túrur undir Sumbiarbjørgini og ein út í Stóru Dímun, ein grilltúrur við theilendskum mati í Tjaldavík, ein grýlutúrur og ein nissutúrur. Hesir túrar vendu sær bæði til børn, ung og eldri. Og fullsett var hvønn túrin. Hetta prógvar bæði áhuga og tørv á slíkum tiltøkum: "Vit fingu roynt okkum, og vita nú, at tað ber til - túrarnir eydnaðust sera væl. Tað er so umráðandi at fáa tingini gjørd ítøkilig, at vit vita, hvat vit tosa um. Suðuroyggin er tað, eg vil nevna ein gonguoyggj, t.d. havi eg rokna út, at tú kanst fara 12 ymiskar varðagøtutúrar, og úr nógvum bygd-um kanst tú ganga beinleiðis niðan á oynna og njóta frítt útsýni norðureftir. Eisini kanst tú koyra nógvastaðni, t.d. suður í Akraberg og hyggja at fugli, og tað merkir, at øll, eisini illa gongd, smábørn og eldri fólk, ið ikki orka at ganga so langt, kunnu uppliva fjøllini. At koma til Suðuroynna at ferðast er jú eisini íroknað siglitúrurin av Bursatanga, ið gevur tí ferðandi møguleika fyri at sigla tætt framvið oyggjunum suðureftir og njóta útsýnið. Jarð- og landafrøðiliga er Suðuroyggin sermerkt, og tískil eisini eitt áhugavert námsferðarmál bæði hjá fólkaskúlum og miðnámsskúlum kring landið. Tí er tað upplagt, at hon eisini gerst ferðaoyggj fyri føroyingar - alt árið, og ikki bert um summarið. Vit kundu t.d. eisini specialiserað okkum í at tikið ímóti virkjum/ arbeiðsplássum, ið fara "firmatúr" - fingið tey at komið hendavegin og havt tað gott."
Hvussu gera onnur
Durita hevur, seinastu árini, búð í Norðurnorra. Hon sigur, at Lofoten er mest vaksandi ferðavinnuøkið í landinum, og at teirra "image" snýr seg í stóran mun um fisk: "Tey hava opnað heimsins bestu fiskarestauratión, og ferðafólk yvirnátta í um-vældum neystum, við fiska-greipunum hangandi undir takinum. Tey fiska nógv, bæði av landi og úti í báti, og skipað verður t.d. fyri heimsmeistarakapping í at fiska við tráðu".
Hyggja vit til stuttleikar at New Zealandi, har Durita eisini hevur búð, so er teirra etikett heilt øðrvísi, her snýr tað seg um "adrenalin kick". Síðan miðskeiðis í 80´unum hevur ferðavinnan ment seg til í dag at vera ein tann mest týðandi parturin av búskapinum, og landið verður nevnt "heimsins størsta spælipláss". Tey uppfinna alskyns "kick", eitt nú elastikklopið, at sýga seg niður í togi eftir høvdinum, frálæru í fallskjóli o.s.fr. Skipað verður á hvørjum ári fyri hugskotskappingum, og tá Durita vitjaði seinast - í 2001 - var ársins vinnari ein gjøgnumskygdur bóltur við hondtøkum, sum man situr í, og síðan verður rullaður út av eini trom... bum... bum.... Og nú vælfarta fólk úr øllum heiminum til New Zealands fyri at royna bóltin.
Men fyri at koma aftur til klettarnar, so hava vit her eitt sera stórt potentiale, og tað er eyðsæð, at her hendur alt ov lítið, sigur Durita: "Vit hava tvær kunningarstovur, eina í sunnaru- og eina í norðaru helvt, sum eftir mínum tykki kundu havt eitt nógv størri samarbeiði. Eisini hava vit eina nevnd fyri ferðavinnu í Suðri, har allar kommunurnar eru umboðaðar við einum limi. Hon kundið t.d. heldur verðið mannað við fólki við stórum áhuga innan ferðavinnu, heldur enn at meginparturin skulu vera kommunulimir.Vit hava góðar fortreytir fyri at skapa nakað, og tað skal so sera lítið til fyri at gera mun. Gongutúrarnir góðu væl, og Johanne sigldi nógvar pengar inn í summar, hóast prísirnir vóru lágir, so her liggja óavmarkaðir inntøkumøguleikar og bíða. Okkum væntar bara eitt gløgt høvd, ið kann savnað, greina og geva fólki einfaldar mannagongdir at arbeiða eftir. Tá eru vit komin langt."
Mugu byrja einastaðni
Tim Wentslau hevur, saman við Jón Guttesen, virkið Auxilior, ið m.a. ger telduforrit til orðblind og rørslutarnað. Teir gera eisini heimasíðuloysnir til virkir í Suðuroynni: "Vit hava gjørt eitt heimasíðuuppskot, sum vit hava lagt fyri kunningarstovunum í oynni, men í løtuni er ongin undirtøka fyri hesum. Grundgevingin er, at Ferðaráð Føroya er í holtur við at gera eina heildarloysn fyri alt landið, hvat viðvíkur heimasíðu. Og at okkara uppskot er ov dýrt.... Men tankin er, at heimasíðan skal vera ein háttur at savna tingini - fáa fatur á teimum, sum skipa fyri ymiskum túrum, bátaeigarum, gistingarhúseigarum, matstovueigarum o.s.fr. - eitt forum! Tað er umráðandi at finna útav, hvussu vøran skal síggja út, tá vit tosa um ferðavinnu, og tað halda vit manglar. Ein vøra skal sjálvsagt definerast útfrá málbolkinum, og tað merkir, at tað er neyðugt at hugsa um, hvussu Suðuroyggin skal seljast teimum, ið hava áhugað fyri tí, vit kunnu bjóða, nevniliga gongutúrum, fuglalívi, áhuga-fiskaríi, sigling, kaving o.s.fr. Til hesir møguligir keyparar/kundar mugu gerast ymiskir "pakkar", so tey vita nágreiniliga, hvat vit bjóða. Og líka so týdningarmikið er tað, at ferðastovur uttanlanda vita, hvat tað er, tey selja. Alt hetta skal planleggjast um heystið, soleiðis at vøran er klár, tá fólk - um jóltíðir ella fyrr - planleggja summarfrítíðina. Og áðrenn vit hava vøruna ber líkasum ikki til at fara út og marknaðarføra hana. Tá man so hevur funnið fram til endaligu vøruna, kann heimasíðan presentera eina nágreiniliga skráð, og geva fólki møguleika at fara inn og finna júst ta ferðina, ið hóskar teimum. - Eitt filtur, hagani fólk kunnu leitað sær alla informatión um søgu, geografi, demografi, túrar, tiltøk, gistingar, føði... Vit halda, at um Suðuroyggin skal satsa uppá ferða-vinnu, er tað umráðandi, at hon fær sína egnu heimasíðu, ístaðin fyri at gerast partur av eini størri loysn. Vit skulu eisini hugsa um, at vit liggja eitt fitt petti frá meginøkinum, og tí kunnu hava annan tørv enn meginøkið. Heimasíðan er ein liður í marknaðarføringini, og bara við at lýsa í føroyskum fjølmiðlum koma vit ikki langt!"
Tim er dani. Hann hevur búð á Tvøroyri í 7 ár, og hevur ikki gjørt sær so fáar tankar um hesa oynna sum "ferðaparadís": " Havi havt nógva vitjan her um sumrarnar, plagdi at ráða teimum til at steðga í minst 10 dagar (hóast eg ofta havi sað Suðuroynna umtalaða, sum verd at vitja í 2 dagar, tað er heilt burturvið), og tað er avgjørt ongin trupulleiki at fáa brúkt tíðina. Henda oyggin stendur ikki aftanfyri støðini, tey annars hava verið, tvørturímóti! Havi ein vinmann, ið hevur vitjað fjøll kring allan heim. Hann gjørdist heilt ovfarin av at koma niðan á Gluggarnar og uppliva útsýnið frá 600 m hædd. Hann helt seg hava upplivað alt uttan Mount Everest, men mátti ásanna, at tað hevði hann so ikki, her kundi ikki samanberast!"
Tim heldur, at vit kunnu selja Suðuroynna sum eitt "anti-stress koncept" - komið hagar og njótið í frið og náðum, ongir lummatjóvar, ongar bíðirøðir (uttan tá tað er jarðarferð), alt gongur fyri seg í friðarligum tempo. Vit hava Ruth Smith savnið í Vági, sum fá vita um. Tað kundi verið grundarlagið til eina ferð, ein listapakka, ið eggjar listaáhugaðum at koma hendavegin. Og vættrar, trøll, huldrur og aðrar søguverur kundu eisini víðkað um ferðaútboðið. Eins og man t.d kundi havt ein fiskapakka, har øll tiltøk, í eina viku, snúðu seg um fisk og hav, o.s.fr. Møguleikarnir eru óendaligir, men vit mugu gera okkum greitt, hvør málbólkurin er, og hvørji tilboð vit kunnu samanseta og bjóða júst nú! So kunnu onnur koma afturat so hvørt. Avgerandi er, at tað verður hugsað í pengum og vanligum framleiðsluhátti, har vøran skal sýnast fram í góðari tíð. Tá so summarið kemur er greitt, hvørjir túrar verða, og ikki, hvussu nógvum ferðandi vit stórtsað kunnu rokna við o.s.fr.
Onga kós og ongan skipara
Tim heldur, at tað nýttar lítið, at fólk - hvør í sínum lagi - arbeiða fyri sakini. Tað manglar eitt yvirordna mál, og ein, ið setur fólk saman, savnar og organiserar, so tað ber til at røkka hesum máli. Eins og Durita Brattaberg heldur hann, at besta loysnin hevði verið at sett ein menningarstjóra fyri Suðuroynna, sum umframt onnur projektur, hevði ferðavinnuna fremst í huga. Hesin kundi t.d.verðið settur í starv í eitt styttri tíðarskeið at byrja við, og løntur av kommununum í oynni.