Frágongd í TB

Ein av útlendsku spælarunum spælir sín seinasta dyst fyri TB á jóansøku

TB boðar frá, at Mark Kongstedt ynskir at verða loystur úr sáttmálanum við felagið í summar. TB skrivar, at Mark Kongstedt hevur trivist væl á Tvøroyri, men at tað eru persónligar orsøkir, ið gera tað neyðugt at flyta aftur til Danmarkar.

 

– Tvøroyrar Bóltfelag takkar Mark fyri tíðina, tað untist okkum at hava hann í felagnum, skrivar TB.

 

Bolt.fo hevur í dag skrivað, at Næstved, sum spælir í triðj bestu deildini í Danmark, hevur boðað frá, at Mark Kongstedt hevur gjørt sáttmála við felagið, ið er galdandi frá 1. juli. Mark Kongstedt kom til TB í fjør summar frá júst Næstved.

 

TB hevur fingið ein marru byrjan upp á kappingarárið, og liggur aftast við bara einum stigi. Fyri eini viku síðan takkaði Michael Winter fyri seg sum venjara hjá TB.