Tvær vikur eftir at Danmark í fyrsta dystinum í EM endaspælinum í Herning fór undir sigursferðina, sum nú hevur verið í fjúrtan dagar, prikaðu fraklendingar hol á donsku ballónina. Danska korthúsið datt fullkomuliga saman, og Frakland vann 41-32!
Tað sást beinanvegin, at hetta var dagurin hjá gestunum, og at hetta ikki var dagurin hjá vertunum. Í hálvleikinum var støðan 23-16, og sum 2. hálvleikur leið, góvu fraklendingar dønum, sum í síni tíð uppfunnu hondbóltsspælið, frálæru í, hvussu nýmótans altjóða hondbóltur skal vera, um talan skal verða um at vinna stóru finalurnar.Hetta var málríkasta EM finalan nakrantíð!
Danir høvdu spískað seg upp til tað heilt stóra, og tí varð vónbrotið so stórt. Verjan var sum sáldið, og donsku málverjarnir megnaðu púrt einki ímóti topptrimmaðu, hugflogsríku og skjótu fronsku bóltsnillingunum.
Fyri tveimum árum síðani tapti Danmark HM finaluna ímóti Spania við 16 málum. Soleiðis sum gongdin hevur verið tvær tær seinastu vikurnar, hevði neyvan nakar ímyndað sær, at talan aftur í dag skuldi verða um sama slag av eyðmýking. Í tølum var danska tapið eitt sindur minni enn fyri tveimum árum síðani. Men á heimavølli í Jyske Boxen í Herning kendist eyðmýkingin kanska uppaftur størri!