Dagarnar 15. til 31. januar verður EM-endaspælið í manshondbólti avgreitt i Póllandi.
Sæð við norðurlendskum brillum er talan um eina kapping vit kunnu gleða okkum til, tí bæði Ìsland, Svøríki, Danmark og Noreg eru millum tey 16 liðini, ið hava vunnið seg í EM-endaspælið.
Veddingarfyritøkurnar geva tó bara Danmark ein góðan møguleika at vinna EM í manshondbólti. Bert eitt lið verður met at verða størri favorittur enn Danmark, og er tað ikki so óvæntað Frakland, sum hevur verið ein dominerandi faktor í altjóða manshondbólti í hesari øldini.
Fremstu veddingarfyritøkurnar í Evropa geva millum 3,00 og 3,25 í odds fyri, at Frakland vinnur EM í manshondbólti. Oddsini uppá, at Danmark vinnur EM í manshondbólti liggja millum 3,60 og 3,75. Spania er triðstørsti favoritturin. Oddsini uppá Spania liggja millum 7,00 og 9,00.
Veddingarfyritøkurnar eru sera misjavnar á máli um møguleikarnar hjá Svøríki at vinna EM í manshondbólti. Lægsta oddsið liggur á 11, og hægsta oddsið liggur heilt uppi á 50. Oddsini uppá, at Ìsland vinnur EM í manshondbólti spenna eisini víða. Tey liggja millum 26 og 100.