Frakland og Svøríki vunnu stórar sigrar

Tað verður ikki fyrr enn mikukvøldið, at tað verður greitt, um tað fer at eydnast Svøríki at spæla seg í hálvfinaluna

Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið tveir dystir í bólki eitt í miðumfarinum í EM í hondbólti í Kroatia vóru í kvøld.

Bæði Frakland og Svøríki vunnu níggju mála sigrar.

 

Frakland vann 39-30 ímóti Serbia, sum hevði mist tendringina, og sum ongan møguleika hevur at spæla seg í hálvfinaluna. Frakland hevur átta stig og hevur annað beinið í hálvfinaluni.

Um Kroatia vinnur við millum tveimum og sjey málum ímóti Fraklandi, so sleppa bæði Frakland og Kroatia í hálvfinaluna, og so verður Svøríki varpað úr kappingini uttan mun til, hvat úrslitið verður millum Svøríki og Noreg.

 

 

Svøríki vann í kvøld 29-20 ímóti Hvítarusslandi, sum ikki megnaði at fjala, at liðið einki hevði at spæla fyri. Møguleikin hjá Svøríki at halda fram í hálvfinaluni er fyrst og fremst treytaður av, at Svøríki mikukvøldið vinnur ímóti Noregi.

Um Kroatia vinnur við fleiri enn tveimum málum ímóti Fraklandi, men við færri enn sjey málum, so sleppur Svøríki ikki upp í part. Um Kroatia vinnur við sjey ella fleiri málum ímóti Fraklandi, so verður Frakland varpað úr kappingini, og so verða tað Kroatia og Svøríki, sum halda fram.

 

Lítli møguleikin hjá Noreg er treytaður av, at Noreg vinnur ímóti Svøríki, og at Frakland vinnur ímóti Kroatia.

 

Serbia og Hvítarussland fara mikudagin at spæla um at sleppa undan aftasta plássinum.

 

Í dag

Serbia – Frakland 30-39

Svøríki – Hvítarussland 29-20

 

1

Frakland

4

4

0

0

126:103

8

2

Svøríki

4

3

0

1

111:99

6

3

Kroatía

4

3

0

1

120:108

6

4

Noreg

4

2

0

2

124:119

4

5

Hvítarussland

4

0

0

4

96:119

0

6

Serbía

4

0

0

4

104:133

0

 

Síðsta umfar

Mikudagin

Serbia - Hvítarussland kl. 15.00

Svøríki – Noreg kl. 17.15

Kroatia – Frakland kl. 19.30