Frakland skal aftur á pallin

Størri franskur leiklutur í ES, betri samband millum París og Washington og broytingar á franska arbeiðsmarknaðinum verða nakrar av avleiðingunum av franska forsetavalinum

-Franska fólkið hevur valt at gera upp við gamlar reglur, hugsjónir og vanar. Franska fólkið hevur valt broyting, og hana fari eg at seta í verk.

 

Tað var høvuðslyftið hjá nývalda franska forsetanum, Nicolas Sarkozsy, tá hann í gjárkvøldið takkaði sínum veljarum fyri sigurin. 84 prosent av teimum fronsku veljarunum høvdu tá verið í valhølunum, og 53 prosent høvdu sett kross fyri Nicolas Sarkozy. Hini 47 prosentini høvdu valt Ségoléne Royal.

 

-Eg havi virðing fyri frú Royal og hennara hugsjónum. At virða hana er at virða tær nógvu milliónirnar av fransmonnum, sum atkvøddu fyri henni. Ein franskur forseti skal elska allar fransmenn, segði Sarkozy í takkarrøðuni, sjálvt um hansara viðhaldsfólk høvdu ilt við at fagna honum, tá hann nevndi navnið á mótvalevninum.

 

Ségoléne Royal var eisini skjót at ynskja Sarkozy tillukku við sigrinum, og hon gjørdi greitt, at hon fer at halda fram við stríðnum fyri sínum politisku hugsjónum.

 

 

Virkið Frakland

 

Millum teir fyrstu at ynskja Nicolas Sarkozy tiillukku við forsetavalinum var George W. Bush, forseti, og Sarkozy brúkti eisini ein part av sínari takkarrøðu til at umrøða júst USA og viðurskiftini millum París og Washington.

 

-Eg skal siga øllum amerikanarum, at Frakland fer altíð at standa við teirra lið, tá teir hava tørv á tí. Men eg skal eisini siga, at rættir vinir hava virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvør øðrum, segði Sarkozy. Hann hevði eisini eina áheitan á USA í sambandi við veðurlagsbroytingarnar:

 

-Ein stór tjóð sum USA eigur ikki at forða stríðnum ímóti tí veksandi hitanum á Jørðini, men eigur tvørturímóti at ganga undan í hesum stríði, tí tað er lagnan hjá mannaættini, vit tosa um, segði nývaldi franski forsetin í sínar fyrstu beinleiðis uttanríkispolitisku staðfesting eftir valsigurin.

 

Politiskir eygleiðarar í París siga, at við Nicolas Sarkozay á odda verður Frakland meiri virkið á uttanríkispolitiska pallinum, enn tað hevur verið undir Jacques Chitac. Eitt nú vænta teir, at Frakland fer at gera meiri vart við seg í ES.

 

 

Broytingar

 

Men tað eru fyrst og fremst lyftini um innanríkis broytingar, sum hava givið Nicolas Sarkozy forsetaembætið. Hann hevur eitt nú lovað at broyta viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, so fransmenn sleppa at arbeiða meiri og at forvinna meiri, og hann hevur sagt, at hann er til reiðar at taka dystin upp við fakfeløgini fyri at fáa síni sjónarmið ígjøgnum.

 

Hann hevur eisini lovað ein strangari innflytarapolitikk, og hann krevur, at teir fronsku muslimarnir laga seg eftir franskari lóggávu og fronskum viðurskiftum. Í takkarrøðuni fingu tær muslimsku kvinnurnar fingu eina serliga heilsan frá honum:

 

-Frakland fer ikki at svíkja kvinnur, sum eru dømdar at ganga í burkha.