EM-finalan í Wiener Stadthalle í Eysturríki:
Kroatia-Frakland 21-25 (12-12)
Mál Kroatia: Vedran Zrnic 7 (6), Ivano Balic 4, Domagoj Duvnjak 3, Igor Vori 2, Drago Vukovic 2, Manuel Strlek 2, Marko Kopljar 1.
Mál Frakland: Nikola Karabatic 6, Luc Abalo 4, Daniel Narcisse 3, Cedric Sorhaindo 3, Michael Guigou 3 (1), Jerome Fernandez 2, Sebastian Bosquet 2, Guillaume Gille 1, Guillaume Joli 1 (1).
Beinleiðis reytt kort: Vedran Mataija, Kroatia.
Útvísingar: Kroatia 3, Frakland 3.
Áskoðarar: 11.000
Kroatia hevði ein góðan fyrra hálvleik, og mennirnir av Balkan vóru eitt skiftið á odda 12-9, og tað sá tá gott út hjá kroatum. Men Frakland fekk ein góðan endaspurt í fyrra hálvleiki, og teir fingu trý mál á rað uttan, at Kroatia svaraði aftur, og stóð tað á jøvnum 12-12 í steðginum.
Ein og ímóti Íslandi í hálvfinaluni, so byrjaði Frakland seinna hálvleik væl, og teir komu á odda við fýra málum. Thierry Omeyer tók eisini nógvar málroyndir og brotskøst. Kroatia megnaði at toga seg uppá 18-19, men so fór tann franska maskinan í gongd aftur, og fraklendingar øktu til 22-18, og tá var eingin ivi longur.
Frakland skrivaði søgu í Wien. Teir eru fyrsta manslandsliðið í hondbólti, sum eru verandi europa, heims og olympiskir meistarar. Tað er bara eitt lið, sum hevur gjørt hetta bragdið áður, og er tað kvinnulandsliðið hjá Danmark. Í 1997 vóru tær donsku kvinnurnar eisini trífaldir meistarar.
Frakland byrjaði kappingina heldur varisliga, men teir hava víst klassan seinastu dystirnar.