Fram-Mjølnir 2-0
Sum væntað var tað Fram, sum dróg longra stráðið í dystinum móti Mjølnir sunnudagin. Fram vann dystin 2-0, og tað gjørdu teir uttan stórvegis hóvasták. Fram var heilt einfalt nógv betri í øllum pærtum av dystinum, og einasta løtan Fram var hótt, var tá Framleikararnir sjálvir mundu gloymt, at teir nú skulu spæla minst fýra sett áðrenn ein dystur er liðugur.
Fyrsta sett í dystinum í aulini í Eysturskúlanum var annars rættiliga javnt. Framleikararnir, sum seinasta vikuskiftið vístu, at teir kunnu sláa rættiliga hart og neyvt, fingu fatur á longra endanum og vunnu fyrsta sett 21-19.
Hetta var ov mikið hjá Mjølni og í øðrum fingu teir ein ordiligan avsmurning frá ungu havnadreingjunum. Fram vant ruddiliga burtur úr Mjølnir og tá fyrri hálvleikur var av stóð 21-8 á stigatalvuni.
Í triðja setti hildu framleikararnir á at trýsta, og serliga vóru tað teir báðir jens Heri og Rúni, sum vóru skarprættarar. Teir smekkaðu bóltarnar í gólvið við eini slíkari ferð, at tað var ikki hissini at vera verjuleikari á Mjølnirliðnum.
Rúni er grundarlagið
Rúni er ein av allarmest evnaríku flogbóltsleikarum, sum Føroyar nakrantíð hava átt, og tað er ein sonn fragd at síggja hann spæla. Hóast ungur á aldri, hevur hann framúr gott eygað fyri spælinum, og tá hugsað verður um at hann eisini er sterkur í verjupartinum, so er hann trygdin á Framliðnum.
Triðja sett endaði við 21-16 sigri til Fram, og tá hetta var liðugt væntaðu fólk, at nú var restin ein avgreiðsluspurningur.
So var kortini ikki.
Mjølnir kom afturíaftur, og tað við lít. Í fjórða setti trýsu teir Fram frá byrjan. Teir komu framum 9-3 og tann munurin var ov stórur til at Fram orkaði at togað hann innanftur, hóast teir royndu tað frægasta teir áttu.
Settið endaði 21-13 til Mjølnir, og tað er stórur munur eftir nýggju leikreglunum.
So varð farið undir tiebreakaran um seinna hálvleik.
Eins og í fjórða setti gjørdi Mjølnir frá byrjan vart við, at teir ætlaðu sær at hava ein fingur við í avgerðini um hvønn veg hesin hálvleikur skuldi fara.
Tað fingu teir eisini, men fingurin var ov lítil til, at gera mun, tí Fram vann annan hálvleik, og harvið harvið dystin 2-0.
Ilic skal gera munin
Aftaná dystin segði Trygvi Poulsen, sum var klárt besti spælarin hjá Mjølni, at høvdu teir verið eitt sindur róligari, so var ikki óhugsandi, at teir vunnu annan hálvleik. Mjølnir hevur aftur í ár fleiri nýggjar leikarar á liðnum, og tað ger at neyðugu royndirnar eru ikki til staðar.
Hetta sást eisini aftur tá avgerandi løtan í seinna hálvleiki nærkaðist, og tað kann gera árið trupult hjá Mjølnir.
Soleiðis sær Trygvi kortini ikki upp á tað. Eins og kvinnurnar bíða eftir venjara gera menninir tað eisini, og teir kanska meir enn kvinnurnar, tí nýggi venjarin skal spæla við mansliðn-um hjá Mjølnir.
- Kemur hann skjótt, so sær heilt øðrvísi út, tí hann er ein sera góður spælari, sum hevur spælt í jugoslavisku fyrstu deild, sigur Trúgvi Poulsen og hevur trupult við at fjala smíli.
Og tað er í grundini ikki so løgið, tí jugoslaviskur flogbóltur er altjóða rættiliga høgt í metum, og m. a. kunnu vit siga, at jugoslaviska landsliðið, sum var við í HM kappingini seinast endaði millum fýra tey bestu.
Nýggi venjarin eitur, sum nevnt aðrastaðni, Borko Ilic, og er bert 25 ára gamal, so talan er um ein ungan harra, sum kann geva mansflogbóltinum í Klaksvík tað vantaða sparkið í afturpartin.
Hjá Fram er einki annað at gera enn at berjast víðari, tí eins og fleiri onnur lið hava teir mist góðar spælarar. Sigmund av Teigum, sum í fjør var ein tann hollasti stuðulin er farin til Danmarkar, og hóast teir vunnu á Mjølni í dag, so sæst tað aftur tá ein slíkur maður ikki er við meira.