Í fyrsta umfarinum, sum var á skránni 16. mai, vann Fram, sum tá hev_i Ion Geolgau á beinkinum, á Víkingi. Sí_ani er nógv vatn runni_ í ánna. Í tíggju teimum næstu umførunum fekk Fram bara eitt stig, teir eru ni_astir á stø_utalvuni, og ta_ hevur veri_ rokna_ rættuliga sannlíkt, at felagi_ hjá Fró_a Benjaminsen og Hans Fró_a Hansen um einar tvær vikur ongan møguleika fór at hava fyri at var_veita plássi_ í bestu deildini.
Seinnu árini hevur Fram, sum hevur tókst veri_ í vónleysum stø_um, vi_ rimmar endaspurtum syrgt fyri at bjarga sær plássi_ í Landsbankadeildini. Sunnukvøldi_ vóru teir á Akranesi, og úrsliti_ í 12. umfarinum bo_a_i frá, at nú er Fram fari_ undir bjargingarroyndina. Hvørki Fró_i Benjaminsen ella Hans Fró_i Hansen vóru á Fram li_num, sum vitja_i á Akranesi sunnukvøldi_.
Hóast ÍA hev_i bóltin væl meiri enn gestirnir í einki serligu líkindunum - nógvur vindur og grovir ælingar - so var ta_ bara Fram, i_ fekk mál. Teir vunnu 4-0, og ta_ var avgjørt ikki sambært spælb_tinum. ÍA hev_i trettan hornaspørk, me_an Fram hev_i tr_! Men Fram visti, hvat teir vildu. Teir lógu aftarlaga á vølllinum og bí_a_i, og tá i_ møguleikin fyri snarálopum stó_st, so tóku teir av. Ofta eru marginalirnir smáir. Um ta_ eitt nú hev_i eydnast hjá Juliani Johnsson at fáa mál, so høvdu fyritreytirnar fyri verjukendum spæli ikki veri_ so gó_ar hjá Fram. Men skotroyndin hjá Juliani fór dygst framvi_ málinum.
Rikhar_ur Da_ason setti hol á vi_ brotssparki, sum var_ dømt, tá i_ bólturin rakti hondina á Juliani Johnsson. Stø_an í ste_ginum var 2-0, og longu í 51. minutti var Fram frammanfyri 4-0. Fram hev_i undan vind í 2. hálvleiki, men teir hildu fram vi_ sama snitti, sum teir høvdu n_tt í 1. hálvleiki.
Sjálvandi kann ta_ hugsast, at teir í ÍA hava havt UEFA Cup uppgávuna hósdagin ov frammarlaga í huganum. Men í Íslandi ver_ur sagt, at alt bendir á, at heilt anna_ lag er komi_ á Fram, sí_ani fyrrverandi hjálparvenjarin hjá AGF, Ólafur Kristjansson, hevur fingi_ ábyrgdina av Fram.
Fram er framvegis aftast. Men nú eru teir vi_ tíggju stigum bara eitt stig aftanfyri Grindavík, sum í gjárkvøldi_ skuldi spæla í Reykjavík ímóti Fylkir.
Hjá meistarali_num KR hevur ta_ leingi ikki hilnast væl. Undan útidystinum sunnukvøldi_ ímóti Víkingi høvdu teir ikki vunni_ sí_ani 21. juni. Hesa fer_ vunnu teir 2-1. Sigursmáli_ fingu teir í yvirtí_ini. Vi_ sigrinum tók KR seg framum ÍA. KR er nummar f_ra og KR nummar fimm. Bæ_i li_ini hava seytjan stig.
FH styrkti sunnukvøldi_ um sína stø_u sum oddali_. Teir vunnu 1-0 í Keflavík. Einasta máli_ skora_u teir í tri_ja minutti. Málskjútti var danski Allan Borgvardt. Ta_ eru seks stig frá KR og fram til FH á fremsta plássinum. Tveir tri_ingar av kappingini eru lagdir afturum. Í Íslandi ver_ur ta_ ikki útiloka_, at ta_ skal eydnast KR í seks teimm seinastu umførunum at vinna seg fram á fremsta plássi_ og harvi_ endurvinna meistaraheiti_, sum teir hava átt tvey tey seinastu árini. Men so skulu teir ikki missa naka_ serligt afturat.
Tveir dystir eru eftir at spæla í tólvta umfarinum. Fylkir og Grindavík skuldu spæla í gjárkvøldi_, og í morgin fer ÍBV á Heimey at taka ímóti KA.
Eftir tólvta umfari_ er ein lítil ste_gur í íslendsku landskappingini. Trettanda umfari_ ver_ur á skránni 8. august.