Umframt at vera millum bestu svimjarar í landinum, teljast tær báðar rituvíksgenturnar, Astrið Foldarskarð og Birita Debes, eisini millum okkara bestu fimleikarar. Báðar tvær hava tær verið landsliðsaktuellar, enntá í oyggjaleikahøpi, og fimleikafelagið Støkk hevur havt stóra gleði av teimum og teirra evnum.
– Tað er gleðiligt at síggja, hvussu tvær ítróttargreinar – so ella so – kunnu arbeiða saman, so vit fáa tvey so góð og stór talent sum Astrið og Biritu. Eingin ivi er um, at ein stórur partur av teirra serligu styrki í svimjingini stendst av seriøsari fimleikavenjing í Støkk, sigur Rókur í Jákupsstovu, ið saman við Rúna Gaardbo hevur verið svimjivenjari hjá teimum báðum.
– Henda venjing hevur elvt til, at tær eru heilt einastandandi lopsterkar í starti og fimar í vendingum, umframt at tær báðar tvær eru sera næmar, tá tað kemur til at skula læra nakað nýtt. Og vit billa okkum so eisini inn, at tey nógvu tøkini í hylinum á Toftum onkursvegna hava styrkt tær til fimleikin…
At Astrið og Birita hava verið virknar í tveimum tíðarkrevjandi ítróttargreinum, sum svimjing og fimleikur eru, hevur so eisini onkuntíð havt við sær, at tær hava verið noyddar at valt aðra greinina fram um hina.
– Vit svimjivenjarar á Toftum hava tó ongantíð enn sæð hetta sum annað enn ein fyrimun, at tær hava verið so raskar eisini í fimleiki, og hjá teimum báðum hevur tað ein langan part av teininum riggað væl, at tær bæði hava svomið og gjørt fimleik, sigur Rókur.
Birita ger enn eitt sindur av fimleiki, men Astrið valdi fyri tveimum árum síðani at gevast við fimleikinum, so hon burturav kundi satsa upp á svimjingina, har hon helt seg fáa tær størru avbjóðingarnar.