Áskoðararnir sum høvdu leitað sær í Eysturskúlan leygardagin seinnapartin, fingu ein rimmar dyst við sær til húsa aftur.
Spenningur var um, hvønn veg dysturin fór at fara, men tað endaði við, at Fram dróg longra stráið.
Og tað gjørdi ikki kappingina um meistaraheitið minni, at Fram vann dystin. Eftir dystirnar í vikuskiftinum eru teir bert eitt stig aftanfyri Mjølnir, og liðini bæði hittast, eftir skipanini, sunnudagin 22. februar á Eysturskúlanum.
Fram byrjaði væl
Fram legði hart út í fyrsta setti, men teir fingu ikki avgjørdan fyrimun í byrjanini av settinum. Fleyr-liðið royndist væl og helt tørn.
Men tá fyrsta sett var hálvrunnið steðgaði Fleyr upp, meðan Fram fekk gongd á sítt spæl.
Fram spældi eitt nógv djarvari álopsspæl enn Fleyr og tað gav úrslit. Hinvegin gjørdu Fleyr leikararnir alt ov nógvar persónligar feilir, og tað verður revsað, tá spælt verður á tílíkum støðið.
Fyrsta sett endaði við, at Fram vann settið 15-9.
Í øðrum settið tók Fleyr annað skinn um bak og legði til brots beinanvegin. Liðið gjørdi eina broyting í uppstillingini sum hevði við sær at blokkurin varð styrktur, og tað hevði sína ávirkan á, at Fleyr fekk eina betri byrjan í øðrum settið.
Tað einu løtuna var næstan líkamikið um Fram slóg ella lobbaði, tí Fleyr fekk fatur á øllum, antin í blokkinum ella í verjuni aftanfyri.
Álopsspælið hjá Fram gjørdist alt meira stirvið, og teir tordu ikki at »sláá ígjøgnum« longur. Sigmund av Teigum varð settur út av spælinum við, at Fleyr-leikararnir spældu beinleiðis eftir honum, og taktikkurin eydnaðist. Sigmund gjørdist troyttur.
Meginparturin av spælinum hjá Fram gongur um Sigmund, og hinir spælararnir eru ov lítið við í dystinum.
Um tað er tí, at teir ikki tora at taka ábyrgd, ella tí at spælskiparin ikki torir at taka teir við í spælið, skal verða ósagt. Men tá Sigmund ikki fekk verið við í álopinum, var alt ov lítið bit í Fram.
Alt hetta gjørdi, at Fram ongantíð fekk fótin fyri seg í hesum settinum, sum Fleyr vann 15-7.
Triðja sett líktist ógvuliga nógv øðrum settið. Fleyr helt seg framat og spældi sítt spæl, meðan Fram hevði somu trupulleikar við at fáa spælið »at koyra«, sum teir høvdu í øðrum settið.
Úrslitið gjørdist, at Fleyr vann triðja sett. Hesaferð var settmunurin 15-10.
Fram kemur aftur
Nú varð roknað við, at Fleyr fór at koyra dystin heim við sama spælið, men so var ikki.
Teir fullu í sína gomlu grøv við at missa spælihugin og geva Fram »initiativið«.
Og Fram læt sær ikki bjóða tvær reisur. Teir fótaðu sær aftur og fingu umskipað spælið.
Blokadan, sum í øðrum og triðja settið ikki var til stóra nyttu, kom nú rættiliga fyri seg.
Sigmund av Teigum, sum eisini hevði verið anonymur í dystinum, raknaði við aftur, og nú var hann ikki til at steðga aftur.
Hetta, at Fleyr missir takið, tá teir eru omaná, er eitt vanligt fyribrigdi. Tað sást, at liðið manglar stabilitet fyri at vinna ein tílíkan tættan dyst, og tað er harmiligt, tí tá alt gongur sum ætlað, ja so spæla teir sera væl.
Men leygardagin hjálpti onki.
Fram var komið fyri seg, og vann fjórða sett so greitt sum 15-6.
Fimta sett kundi fyri tann skuld verið ein heilt annar dystur.
Tað sum Fleyr bjóðaði áskoðarunum hesa løtuna, er ikki vert at skriva um, men vit gera tað hóast alt.
Fimta sett verður spælt við »running score«. Tað merkir, at tær ikki nýtist at serva fyri at fáa stig. Allir bóltar telja, eisini tá mótstøðuliðið servar.
Men tað var alt líkamikið. Tí tá heilt lítil løta var farin av fimta settið, var støðan 8-0 til Fram, og tá vendist ikki aftur. Fleyr leikararnir sukku longur og longur niður í dýpið, meðan Fram-leikararnir næstan kundu ganga á vatninum.
Alt gekk sum tað skuldi hjá Fram í hesum settinum, og tað er ikki so ofta, at ein blokada virkar so væl, sum hon gjørdi í fimta settið. Hon fangaði alt sum kom á leiðini.
Men tað má sigast, at Fleyr hjálpti teimum væl. Álopsspælið hjá teimum fór fullkomiliga í fisk, og tað sama fór verjuspælið.
Fimta settið endaði við, at Fram vann settið 15-2, og harvið dystin 3-2.
Sigast má, at sigurin til Fram var uppiborin, tí teir vunnu tey trý settini sum skuldu til fyri at vinna dystin, og ikki minni tí, at teir kláraðu at taka seg sjálvan í nakkan tá teir vóru longst niðri.
Hinvegin kunnu teir takka Fleyr fyri at teir fóru so fullkomiliga niður við flagginum í fjórða, og serliga í fimta settið.
Onki FM til Fleyr
Fleyr er nú úti av kappingini um meistaraheitið í mansdeildini í flogbólti í ár, meðan Fram hevur ein góðan møguleika at endurvinna meistaraheitið frá í fjør.
Men tað kann verða Fleyr sum fer at avgera hvør tað verður sum fer at vinna meistaraheitið í ár.
Tí teir skulu leika ímóti bæði Fram og Mjølnir áðrenn kappingin endar.
Hvussu tað fer at ganga, er sjálvandi ringt at spáa um, men livst so spyrst.