Leiðslan á skúlanum, lærarar, verandi mentamálaráðharri Kristina Háfoss og ikki minst fyrri landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni eiga øll rós fyri at rudda slóð í føroyskari mentan.
Hetta hendir samstundis sum sera spennandi útbúgvingar byrja aðrastaðni á Fróðskaparsetrinum.
Vit eiga at fegnast um, at fleiri føroyingar fáa góða og viðkomandi útbúgving, fleiri ungfólk verða verandi í landinum og ríka lívið fyri okkum onnur, fleiri føroysk børn alast upp á Føroya steini, fleiri kundar í handlunum, og fleiri dugnalig fólk verða tøk á arbeiðsmarknaðinum.
Nú er at vóna, at vit fáa boðið út enn fleiri lestrarpláss næsta ár, so allar vanligar útbúgvingar kunnu fáast her. Fólk kring landið, eisini tey ið hava arbeiði, mugu sleppa at taka føroyskar útbúgvingar sum fjarlestur. Tey, ið hava tikið grundútbúgvingar uttanlands, mugu kunna enda útbúgvingina her heima. Tey, ið vilja sleppa uttanlands, mugu hava møguleika at byrja í Føroyum og síðani fara í styttri og miðvísari skeið av landinum uttan at verða skrikt upp við rót; nakað sum sjófólk okkara mangan hevur verið burturstatt uttan tó at ivast í, hvar heimið kortini var.
Góða eydnu tit á Frælsinum!