Fleiri føroyskir landsliðsspælarar í hondbólti, bæði kvinnur og menn fara at spæla hondbólt á hægri støði framyvir.
22 ára gamli Vilhelm Poulsen hevur nú skrivað trý ára sáttmála við Lemvig-Thyborøn, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Vilhelm sum er høgri bakkur hevur gjørt tað framúr í Fram í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, har hann hevur skotið 105 mál í 14 dystum.
Vilhelm traðkar til í Lemvig-Thyborøn til uppstartin til komandi kappingarár.
Bjarni Kristin Eysteinsson, formaður í hondbóltsdeildini hjá Fram sigur við hondbolti.is: - Vilhelm hevur roynst okkum sera væl. Ikki bara er hann ein frálíkur leikari, hann er eisini ein góður liðfelagi og ein góður drongur ("drengur góður" er íslendsk máliska red.). Vit fara at sakna hann í Fram, men vit fara at fylgja hondbóltsleið hansara. Eg eri sannførdur um, at hann fer at røkka langt. Yngri leikararnir eiga at hava Vilhelm sum eina fyrimynd um hvussu arbeiðsemi hansara, og dugnaskapur hansara hava ført til hendan stóra møguleikan hann hevur fingið, sigur Bjarni Kristin Eysteinsson við hondbolti.is.