Frambrot á sjálvstýrisleið

Oddagrein

Løgmaður og forsætismálaráðharrin undirskrivaðu mánadagin 4. apríl í ár avgerðandi og týdningarmikla yvirlýsing um framløgu av yvirtøkulóg. Yvirtøkulógin er eitt stórt frambrot. Við hesum fáa føroyingar eitt avgerðandi amboð til at fremja tey stig á tí sjálvstýrisleið, ið føroyingar sjálvir ynskja og vilja halda. Nýggja yvirtøkulógin verður í næstum løgd fyri tingið, og verður hon ætlandi sett í gildi á ólavsøku. Sum flestøll minnast, so rendi fyrra samgongan seg fasta í fullveldismálinum. Lagt varð tí á annan bógv við Tvøroyraskjalinum, men so kom tann samgongan ikki longur. Henda samgongan hevur so tikið málið upp aftur. Við at tala um eina breiða tjóðskaparliga semju hevur verið samráðst við danir um eina skipan, sum í roynd og veru flutti sjálvstýrismálið heim til Føroya. Hetta er eydnast við yvirlýsingini, ið varð undirritað mánadagin.

Við tí yvirtøkulóg, sum fylgir av yvirlýsingini, kunnu øll málsøki yvirtakast, tá føroyingar sjálvir taka avgerð um tað, uttan nøkur neyvari nevnd mál nevniliga stjórnarskipan danska ríkisins, heimarætt, hægstarætt, uttanríks-, trygdar- og verjupolitikk og so gjaldoyra- og peningapolitikk.

Í yvirtøkulógini verður sostatt ásett, hvørji mál ikki kunnu yvirtakast. Av hesum fylgir so, at øll hini kunnu yvirtakast. Sostatt verða økini, sum kunnu yvirtakast, munandi víðkað og tilgongdin verður nógv lættari. Dómsvald, revsirættur, persóns-, familju- og arvarættur, fíggjarrættur og útlendingamál eru dømi um stór og týdningamikil mál, ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini, men sum føroyingar eftir nýggju lógini kunnu velja at gera til føroysk málsøki. Øll mál kunnu sostatt yvirtakast, uttan tey, ið sum nevnt beinleiðis eru tengd at ríkisfelagsskapinum
Tað er vorðið sagt, at yvirlýsingin er eitt frambrot á sjálvstýrisleið. Hesum eru vit samd í. Tá hugsað verður um, hvussu nógva orku undanfarna samgonga legði í hetta málið uttan at koma úr stað, so má ásannast, at yvirlýsingin, sum varð undirskrivað mánadagin er eitt diplomatiskt og politiskt bragd. Yvirlýsingin kemur at standa fyri eftirtíðini sum ein varði í politisku starvsleið løgmans. Tá, ið sjálv yvirtøkulógin er vorðin samtykt, er tjóðskaparliga semjan um sjálvstýrisleið og sjálvstýristilgongd so at siga fingin umborð. So skuldi politiskur friður valda um eitt hitt størsta málið í føroyskum politikki. Síðan kann samgongan fara undir at loysa tey mongu politisku mál, sum hava ligið á láni tey seinastu árini. Her eru stór mál at taka upp á øllum samfelagsøkjum og frá nú av er eingin umbering fyri ikki at loysa hesi stórmál.

Skulu vit taka samanum, so er yvirlýsingin sum nevnt størsta frambrot á sjálvstýrisleið síðan heimastýrislógina. Yvirlýsingin merkir eina nútímansgerð av politisku tilgongdini í sjálvstýrismálinum. Hetta er gott, men hetta er kanska ikki tað stóra frambrotið í sjálvum sær. Tað stóra frambrotið er, at danska stjórnin við at undirskriva yvirlýsingina hevur viðurkent føroyingar sum eitt fólk sambært fólkarættin eins og stjórnin hevur viðurkent okkara tjóðskaparliga sjálvsavgerðarrætt. Nú eru flestu forðingar fyri føroyskum tjóðarfrælsi beindar burtur. Nú er avgerðin okkara og bert hvørja leið, ið vit ætla at halda.
Sosialurin