Framdi harðskap - tríggjar ferðir upp á stutta tíð

Nú hevur Landsrætturin felt dóm og hann var harðari enn dómurin í Føroya Rætti

Í gjár varð ein 19 ára gamal maður dømdur fimm mánaða fongsulsrevsing Í Landsrættinum. Dómin fekk hann fyri at hava framt harðskap tríggjar harðskapstilburðir við stuttum millumbili, nevniliga frá mars til juni í ár. Revsingin er lutvíst treytaleys, og maðurin skal tí inn at sita í tveir mánaðir. Tríggir mánaðir eru treytaðir við kravi um at maðurin skal gera samfelagstænastu. 


Maðurin var fyrr í ár dømdur í Føroya Rætti. Føroya Rættur setti revsingina at vera fýra mánaða fongsulsrevsing, harav bara ein mánaður var treytaleysur. Av tí at maðurin var dømdur fyri tríggjar harðskapstilburðir, har tann eini tilburðurin var fevndur av greinini í revsilógini um grovan harðskap, kærdi ákæruvaldið málið til landsrættin við kravi um, at revsingin skuldi herðast.  


Í gjár var málið fyri í Eystari Landsrætti, sum tók undir við ákæruvaldinum í, at revsingin skuldi herðast. Eitt, landsrætturin legði dent á, var, at tann dømdi hevði framt harðskap tríggjar ferðir upp á stutta tíð.