Framfúsin stríðsmaður hevur longt við B36

B36 hevur sett nógvar spælarar við seinnu árini. Nú hevur ein av teimum nýggja gjørt nýggjan sáttmála

B36 boðaði um vikuskiftið frá, at 21 ára gamli miðvallarin, Ragnar Samuelsen, og B36 hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum bindir partarnar saman til og við kappingarendan 2022, skrivar heimasíðan hjá B36.

- Ragnar fekk debut á besta liðnum hjá B36 í 2017, og hevur síðani leikt 46 dystir í bestu deildini, umframt dystir í Løgmanssteypinum og Europa League. Seinasta ár var hann leigaður út til EB/Streym í seinnu hálvu, men kom aftur til B36 í ár. Skaðar hava tó arga í uppstartinum, men nú er hann tøkur hjá Jákup (á Borg, venjara hjá B36), og hevur leikt rímiliga nógv seinastu dystirnar, skrivar B36.fo

Ragnar Samuelsen er úttikin til U21-landsliðið, sum í næstum skal spæla móti Spania og Montenegro í Føroyum. Dystirnir verða 8. oktobur og 12. oktobur.