Framgongd í lønunum

Triðji ársfjórðingur í ár var góður til lønir. 91 milliónir krónur meira vóru útgoldnar samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin var 5,6 prosent. So stórur vøkstur hevur ikki verið seinastu árini. Í 2008 var størsta framgongdin í øðrum ársfjórðingi, tá vøksturin var 4,2 prosent. Í alt 2009 minkaðu lønirnar.

Tað skrivar Hagstova Føroya á sínari heimasíðu.

Tað er vøkstur í fiskivinnuni, og serliga í fiskiskapinum. Í triðja ársfjórðingi var framgongin óvanliga stór, heili 54 prosent. Tað vóru útgoldnar 186 milliónir krónur í hýrum, og tað er 65 milliónir krónur meira enn í triðja ársfjórðingi í 2009.

Samlaðu lønargjaldingarnar higartil í ár, vísa eina framgongd á 1,9 prosent. Hóast fiskivinnan hevur stóra framgongd, er tað framvegis afturgongd í byggivinnuni og privatu tænastuvinnuni.