Besta avlopið síðani 2007 og avlop hjá øllum fimm høvuðseigarum av føroysku bilasølunum, er úrslitið fyri 2014. Stórur munur er tó á bæði inntjening og seldum biluum.
Tað gongur væl hjá teimum føroysku bilasølunum, hetta kann staðfestast, nú allir roknskapirnir fyri 2014 hjá bilasølunum eru tøkir.
Fyrr vóru fleiri bilasølur, enn tað eru í dag, nú talið av føroyskum bilasølum er komið niður á átta. Av hesum átta bilasølunum eru bert tvær, ið standa einsamallar, meðan hinar seks eru saman við einari aðrari bilasølu, og hava somu høvuðseigarar.
Sostatt er í veruleikanum talan um fimm høvuðseigarar av teimum átta føroysku bilasølunum.
Waag & Co P/f og Berg Motors Sp/f eru undir hvør sínum eigara, meðan Reyni–Service P/f og Auto Service P/f eru dóttirfeløg hjá sama eigara, Wenzel P/f og Bilasølan P/f hava sama høvuðseigara og Norðbil Sp/f og Nordcar Sp/f hava sama høvuðseigara.
Gongd í bilasøluni
At tað er gongd í bilasøluni í løtuni sæst eisini aftur hjá teimum fimm høvuðseigarunum av føroysku bilasølunum. Avlopið áðrenn skatt hjá øllum bilasølunum gjørdist í 2014 23 milljónir krónur samanlagt, og øll bilasamtøkini høvdu eitt positivt úrslit áðrenn skatt í 2014.
Samlaða úrslitið áðrenn skatt, var í 2014 15 prosent betri enn árið frammanundan í 2013, tá úrslitið var 20 milljónir krónur áðrenn skatt.
Hyggja vit eftir úrslitunum fyri eitt longri tíðarskeið síggja vit, at føroysku bilasølurnar hava havt ein upptúr í avlopinum seinastu fimm árini, har avlopið er vorið betri ár undan ári.
Konjukturur og bilasøla tætt knýtt
Tað er ein sannroynd, at bilasøla og konjukturur fylgjast rættuliga tætt. Her tala tølini sítt tíðuliga mál.
Í 2008 høvdu føroysku bilasølurnar eitt hall uppá tilsamans 7 milljónir krónur áðrenn skatt, har fimm av átta bilasølum høvdu hall á roknskapinum.
Í 2009 var støðan enn verri, har bert tann eina bilasølan megnaði at fáa eitt líkinda roknskaparúrslit, og samlaða hallið hjá bilasølunum hækkaði til 14 milljónir krónur.
Síðan 2009, tá lágmarkið varð nátt, hvat bæði bilasølu og úrsliti viðvíkir, er gingið støðugt framá hjá bilasøluvinnuni, har úrslitið er bøtt ár undan ári, samstundis sum talið av seldum bilum eisini er hækkað ár undan ári.
Langt upp til hægsta støði
Hóast tað hevur verið stór framgongd í samlaða avlopinum hjá bilasølunum, so er tað framvegis langt upp til hægsta støði, ið bilasølurnar náddu hákonjukturárini 2006 og 2007.
Í 2006 setti føroysku bilasølurnar met við einum avlopi uppá 39 milljónir krónur áðrenn skatt. Eisini árið eftir gekk væl hjá bilasølunum, tó at avlopið gjørdist heldur minni og kom niður á 32 milljónir krónur.
Vit kunnu tí staðfesta, at hóast tað hevur gingið framá hjá teimum føroysku bilasølunum tey seinastu fimm árini, so er góða úrslitið í 2014 16 milljónir krónur verri enn besta árið nakrantíð í 2006.
Umskiftiligar tíðir krevja sítt
Sum talvan yvir gongdina hjá bilasølunum vísir, so skal ein góð hond til at stýra, tá búskaparlig bakkast koma, sum tey Føroyar stóðu í árini 2008 og 2009.
Av teimum átta bilasølunum, er tað bert ein, ið hevur megnað av havt avlop á rakstrinum øll árini frá 2006 til 2014, meðan allar hinar sjey hava havt hall av rakstrinum eitt ár ella meir.
Tvær bilasølur skara framúr
Tað eru serstakliga tvær bilasølur, ið hava staðið fyri stóra partinum av vinninginum hjá teimum føroysku bilasølunum.
Verður avlopið áðrenn skatt seinastu fimm árini lagt saman so sæst, at tað serliga eru tvær bilasølur, ið hava staðið fyri størra partinum av avlopinum.
Samlaða avlopið áðrenn skatt hevur soleiðis verið samanlagt 65 milljónir krónur hjá teimum átta føroysku bilasølunum tey fimm árini frá 2010 til 2014.
Av hesum hevur Waag & Co. P/f staðið fyri góðar 25 milljónir krónur og Reyni – Service P/f hevur staðið fyri góðar 19 milljónir krónur, meðan hinar seks bilasølurnar tilsamans havt eitt avlop upp á 20 milljónir krónur.
Waag & Co P/f og Reyni – Service P/f hava sostatt staðið fyri 69 prosent av samlaða avlopinum hjá teimum føroysku bilasølunum seinastu fimm árini, meðan restin av bilasølunum hava staðið fyri 31 prosent av avlopinum.
Waag & Co. P/f er samstundis einasta bilasølan, ið hevur havt avlop av rakstrinum øll árini frá 2006 til 2014.
_________________________________________________________
Greining í Vinnuni í Sosialinum 25. september 2015/Eyðfinn Reyðberg