Framleiðarar av sjómati skulu lúka ásettu krøvuni

Tí verður skipað fyri skeiði til tess at bøta um og menna teoretiska og praktiska førleikan í uppbygging, íverksetan og umsiting av innaneftirlitskervinum fyri matvøruframleiðandi virkir, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi

Føroysk fiskavirkir og verksmiðjuskip hava í nøkur ár arbeitt við innanftirliti og nú er møguleiki at útvega sær, dagføra og endurnýggja neyðuga kunnleikan á økinum, tí nú verður aftur skipað fyri skeiði í innaneftirliti fyri føroysk fiskavirkir og verksmiðjuskip. Hesaferð er tað Fiskivinnuskúlin í Vestmanna, sum stendur fyri at samskipa skeiðið.

Innaneftirlitið tekur støði í kunngerð nr. 24 frá 4. mars 1994 um innaneftirlit á føroyskum fiskavirkjum og verksmiðjuskipum og skal tryggja, at framleiðarar av sjómati lúka ásettu krøvuni í matvørulógini.

Skeiðið verður skipað í trimum eindum og til ber at melda seg til eina, tvær ella allar tríggjar eindirnar: Eind 1. Heilsufrøðilig viðurskifti 31. jan., 1 og 2 feb.2000, Eind 2. HACCP 14., 15. og 16 feb. 2000 og Eind 3. Íverksettan og viðlíkahald av innaneftirlitinum 28., 29. feb. og 1. mars 2000


Bøtu um

Endamálið við skeiðinum er at bøta um og menna teoretiska og praktiska førleikan í uppbygging, íverksetan og umsiting av innaneftirlitskervinum fyri matvøruframleiðandi virkir.

Skeiðið er ætlað stjórum, góðskuleiðarum og starvsfólkum, sum saman við góðskuleiðara hava ein virknan leiklut í innaneftirlitsarbeiðnum á fiskavirkjum, kryvjivirkjum, verksmiðjuskipum o.ø.

Undirvíst verður m.a. í: smáverulívfrøði, framleiðsluumhvørvið, reingerð, sjálvrøkt, vandamálsgreining, góðskuskoðan, skjalastýring, uppbygging og íverksetan av innaneftirliti.

Skeiðið verður hildið á Hotel Føroyum og tey, sum undirvísa á skeiðnum eru: Janet F. Johannesen, Guðrið Andorsdóttir, Rakul B. Joensen, Dánjar K. Christiansen, Birna Mørkøre, Rókur í Jákupsstovu, Laila Jacobsen og Jákup Egholm Hansen.