Í dag heldur nýggjasti flokkurin á tingi, Framsókn, sín fyrsta landsfund, eftir at flokkurin fekk tvey fólk vald á ting á valinm 29. oktober í fjør.
Landsfundurin verður hildin í fabrikkini hjá Østrem á Skálatrøð í Havn, og skráin røkkur longu frá klokkan 9 í morgun til klokkan 18 seinnaparting.
Flokkurin sigur í sambandi við landsfundin, at millum fólk tykist valda ein ivi um, hvørt Føroyar sum samfelag í nóg stóran mun fyrireika seg til at standa seg í framtíðar alheims høpi. Hinvegin er tó greitt, at nógvir føroyingar sum einstaklingar standa seg stak væl í altjóða vinnulívi, list á annan hátt. Nógvir teirr búgva og virka uttanlands, men summir velja at venda aftur til Føroya.
Millum gestahugleiðararnar hjá Framsókn í dag er ein, sum hevur valt at virka uttanlands, ein sum hevur valt at venda aftur til Føroya og ein, sum virkar her umframt á altjóða pallinum.
Tey fara at greiða frá sínari yrkisleið her og uttanlands, um hvussu tey síggja alheimin, og hvørjar avbjóðingar Føroyar og føroyingar standa fyri, o gumm hvat tey halda skal til, fyri at føroyinga kunnu búgva í Føroyum, men virka á altjóða pallinum.
Skráin á landsfundinum byrjar við morgunmati klokkan 9. Heini í Skorini hevur »politiska grannskoðan« av Framsókn, tey fýra tingfókini hjá Framsókn skulu í andglett hjá grannskoðaranum. Poul Michelsen heldur formansfrágreiðing, Hjalmar Petersersen, stjóri hjá Vónini, hevur innlegg, Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya hevur innleggk, Remi Thomsen, Chief Group Controller í Danske Bank hevur innlegg, Teitur Lassen, tónasmiður er eisini á skránni, síðani verður mentanarligt íkast, áðrenn landsfundurin endar við ábiti frá klokkan 16 til 18.