Framsøkin Ungdómur, sum ungmannafelagið kallast, hevði stovnandi aðalfund fríggjadagin á Gamla Apoteki.
Harriet Olafsdóttir Davidsen er forkvinna, Jógvan Elias O. Davidsen er kassameistari og Hans A. Norðfoss er skrivari.
Nevndin er mannað við forkvinnu, kassameistara og skrivara.
- Á fundinum kom nýstovnaða nevndin ásamt um, at limagjaldið fyri í ár skal verða ókeypis, og at FU í næstum fer at skipa fyri kunnandi tiltaki um felagið, boðar Framsøkin Ungdómur frá.