Fyri okkum føroyingar kann hetta blíva ein nýggjur máti at ferðast upp á, sigur Kári Hansen frá P/F Hansen á Strondum, sum fekk umboð upp á týsku Hobby campingvognarnar í fjør.
Áhugin var sera stórur fyri vognunum, sum stóðu á Torginum í SMS í nakrar dagar. Nógv fólk høvdu ongantíð sæð inn í ein campingvogn áður, og blivu tey heilt ovfarin av at síggja, hvussu hugnaligir og væl innrættaðir teir eru.
Campingvognar hava í nógv ár verið so hart tollaðir Føroyum, at tað hevur als ikki verið áhugavert at ogna sær ein slíkan.
Teir føroyingar sum keyptu sær ein campingvogn uttanlands, tóku hann ikki heim við, tí at tollurin var so høgum í Føroyum.
Men hetta er nú broytt soleiðis, at bert MVG skal gjaldast av campingvognum. Hobby campingvognarnir frá P/F Hansen kosta frá umleið 100.000 krónum og upp eftir.
Ein stórur Hobby 650 KMFe til 4 vaksin og 2 børn kostar umleið 160.000 krónur, hetta er bert helvtarprísur av, hvat teir kostaðu, áðrenn tollurin bleiv tikin av.
Hobby campingvognar verða gjørdir í 70 ymiskum variantum.
Kári Hansen sigur, at hann hevur eisini ætlanir um at leiga campingvognar út til bæði føroyingar og útlendingar, sum koma higar at vitja. P/F Hansen umboðar eisini Brenderup viðfestisvognarnar.