Framsýning og konsert í Ribarhúsi á Varmakeldu

Í samband við at Helgi Midjord hevur listaframsýning í Ribarhúsi á varmakeldu, verður konsert hildin í húsinum við Helga Midjord, Róa Eliasen og Niels Midjord.

 

Eisini verður kaffi og okkurt afturvið.

 

Møguleiki er fyri fleirrøddaðum felagssangi við klaverfylgisspæli, til seinast.

 

Konsertinar byrja leygardagin tann 5. juli kl. 17.00 og sunnudagin tann 6. juli kl. 16.00

 

Kostnaður kr. 100,-