Fríggjadagin kl. 16 letur upp framsýning í Listaglugganum í Dr. Jakobsensgøtu við verkum eftir Ingálv av Reyni og Steffan Danielsen, ið vóru millum okkara fremstu listafólk.
Verkini hjá Steffan eru øll landsløg. Motivini eru úr m.a. Nólsoy og Eiði og eru málað á tann eyðkenda hátt, sum Steffan málaði. Í myndinum verður nátturan lýst á ein friðsalan og einfaldan hátt. Flestu málningarnir eftir Ingálv eru abstraktir. Høvið verður at sýggja framsýningina næstu 14 dagarnar, týsdag til fríggjadag kl. 15-17.30 og leygardag kl. 11-14. Við á framsýningini eru uml. 25 listaverk.