Soleiðis verður ikki í ár. Orsøkin er at Listafelagið fyllir 50 ár. Í hesum sambandi eru fleiri tiltøk, eitt nú kemur myndlistabók út um Tommy Arge, listamann sála, eins og Hansina Iversen, listakvinna, sum hevur gingið á listaskúla í Finnlandi, er bjóðað at hava einkarsýning í Listaskálanum.
Tað er Kári Svensson, listamaður, sum hevur fingið til uppgávu at seta ólavsøkuframsýningina upp, og hann hevur fingið hjálp frá Anker Mortensen, listamanni.
Kári Svensson sigur, at hann og Anker Mortensen hava verið strangari í metingunum av innsendu listaverkunum í ár, av tí at felagið Lions eisini hevur listaframsýning í Útvarpshøllini. Tí hava teir valt at skipa eina strammari uppseting, har hvørt listafólkið fær meira skipað pláss enn á ólavsøkuframsýningunum annars.
Ólavsøkuframsýningin er í Listaskálanum frá 28. juli til 2. august. Upplatingartíðirnar á ólavsøku er frá kl. 14 til 20 báðar dagar. Hinar dagarnar er opið sum vanligt.