Framsýning við Ingálvi av Reyni í Williamsstovu

Ferniseringin verður í Williamsstovu fríggjadagin 7. oktober kl. 16

Ingálvur av Reyni (1920-2005) er ein av okkara bestu og mest viðurkendu listafólkum, og var ein undangongumaður innan føroysku listina. Hann hevði millum annað eina slóðbrótandi abstrakta framsýning í 1961, sum slóðaði fyri føroysku listini, ið vit kenna í dag.

 

Long tíð er síðani nøkur framsýning hevur verið við myndum eftir Ingálv, og hansara verk eru ikki løtt at fáa hendur á. Tó hevur nú eydnast at gera eina góða og spennandi samling av hansara verkum, ið øll fara at vera til keyps á framsýningini. Talan er bæði oljumálningar og tekningar.

 

Ferniseringin verður í Williamsstovu fríggjadagin 7. oktober kl. 16. Tala og sangur verður, og hartil okkurt leskandi og søtt til góman. Øll eru vælkomin.

 

##med2##