Framtíðin krevur broyting

Sera greiðar ábendingar um minkandi ídnaðarframleiðslu og størri tænastuvinnu vóru tveittar á pallborðið í útvarpshøllini óðinskvøldið

Høgni Mohr


Spurningurin um útbúgvingarpolitikk í Føroyum, var nógv umrøddur í sambandi við framtíðarútlitini í føroyska vinnulívinum.

Ein akademikari, undraðist yvir, at teir ikki vóru fleiri í fiskivinnuni. Hann skuldsetti fiskivinnuna sum heild, fyri ikki at duga at definera sín tørv á vællærdum fólki. Somuleiðis helt hann, at tað var heilt burturvið, at fólk í fiskiídnaðinum á landi vóru skírd ófaklærd, hóast hesi kendu mannagongdirnar í fiskagóðskingini betur enn nakar annar.

? Kanska áttu tey at fingið okkurt slag av almennari viðurkenning; eitt flaka-koyrikort, ella okkurt tílíkt, skeyt einsamalli akademikarin upp.

Ein púra greið niðurstøða á pallborðsfundinum var, at orðaskifti um skúlapolitikk og vinnulív í nógv størri mun eigur at vera, eins og at hetta orðaskiftið eigur at hava við sær politiskar avgerðir, ið skulu fremja framburðin á tí økinum.


Ongan rakstrarstuðul

Pallborðsluttakararnir sluppu at enda at spáa um framtíðina og siga sína hugsan um vinnustuðul. Breið semja tyktist vera um, at beinleiðis peningainnspræningar í vinnulívið eru drepandi, og at hesar eiga at verða skúgvaðar fullkomuliga burtur sum frálíður. Meinard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, var samdur, men bað kortini um hjálp til automatiseringina, ætlanin er at fremja til tess at minka samlaðu lønarútreiðslurnar eini 30-40% í fiskiídnaðinum.

Framtíðarvánirnar eru sambært pallborðinum góðar. Viðvíkjandi oljuvinnuni varð gjørt greitt, at hon verður veruleiki, og at føroyingar noyðast at fyrihalda seg til hana. Eins greiðir spádómar um minkandi ídnaðarframleiðslu og størri tænastuvinnu vóru eisini tveittir á pallborðið, og hesar ábendingar samsvaraðu væl við vónirnar hjá teldufyritøkuni VIT, ið ætlar, at Føroyar skulu gerast fyrimynd á KT-økinum. Politikarar, ið vóru og lýddu á, bóðu Ólav Ellefsen vælsignaðan fara á rætta politiska stað við hugskoti sínum um eitt KT-fróðskaparsetur.