Framtak setir pening í Søgusavnið

Søgusavnið hjá Skúvadal í Vestmanna fær tilført kapital frá Framtaksgrunni Føroya. Á søgusavninum fer at bera til at uppliva kendar persónar úr Føroya søgu Søgusavnið í Vestmanna sum ferðavinnufyritøkurnar Vestmanna Tourist Centre og Skúvadal hava arbeitt við, er nú komið eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki. Framtak hevur gjørt íløgu í Skúvadal Spf, og kapitalinnspræningin skal brúkast til at fullføra ætlanina um Søgusavnið.

Skúvadal Spf hevur síðani 1990 skipað fyri útferðum við báti úr Vestmanna, serliga til Vestmannabjørgini. Fyrstu árini var virksemið skipað sum einstaklingavirki, men síðani 1997 sum smápartafelag. Og seinastu árini er virksemið vaksið nógv, serliga eftir at fyritøkan fekk skjóttgangandi bátin Froy til sínar útferðir. Umframt útferðirnar við báti eigur felagið eini hús sum verða leigað til ferðafólk um summarið, og Skúvadal Spf er eisini ein av stigtakarunum til partafelagið Vestmanna Tourist Centre, sum hevur matstovuna Fjørukrónna, kunningarstovu og gávubúð. Søgusavnið skal halda til í ovaru hædd í Vestmanna Tourist Centre.

Í Søgusavninum fara tey vitjandi á ein livandi hátt at uppliva persónar úr Føroya Søgu, eitt nú Sigmund Brestisson, Trónd í Gøtu, Anniku í Dímun, Húsfrúnna í Húsavík og Skælingsbóndan umframt fleiri aðrar. Persónarnir eru tilevnaðir úr silikoni, og sigast má, at teir líkjast sera nógv veruligum fólki. Við einum oyrnalurti fær tann vitjandi søguna sagda á sínum tungumáli.

Fyrstu tveir søguligu persónarnir eru longu komnir til Føroya. Tað hendi eftir at ein prototypa av Bresti, pápa Sigmunds, og Havgrími, banamanni hansara, komu til savnið í fjør.