Nevndin í Framtaksgrunninum eftirlýsti í brævi til Vinnumálaráðið dagfest 12. juni í ár politiskum signalum viðvíkjandi ætlaðu privatiseringini av Fiskavirking og Fiskasøluni.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Týsdagin í hesi vikuni sendi Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, nevndini so eitt svar, eftir at málið hevði verið fyri á landsstýrisfundi. Eftirspurdu signalini vóru tó so veik, at tað er ivasamt hvat nevndin í Framtaksgrunninum kann brúka tey til.<o:p></o:p>
Svarið, sum nevndin í Framtaksgrunninum fekk uppá sínar ítøkiligu spurningar, var stutt og greitt: "Landsstýrismaðurin ynskir ikki at taka støðu og úttala seg um ítøkiligar ætlanir, sum Framtaksgrunnurin hevur, eru í samsvari við ella í mótstríð við politiska hugburðin í landsstýrinum/samgonguni, tí nevndin eigur at taka avgerðirnar samsvarandi viðtøkunum, og eigur herundir sjálv at taka støðu til um og hvørji vinnupolitisk atlit eiga at takast."<o:p></o:p>
Men meira ógreið eru signalini í viðmerkingunum, sum landsstýrið samdist um at senda við svarinum. Í viðmerkingunum verður millum annað sagt, at "politiska leiðslan ikki eigur at blanda seg upp í virksemið hjá Framtaksgrunninum", men lagt verður afturat, at "einskiljing av almennum fyritøkum verða ikki framdar, fyrr enn virðisbrævamarknaður er farin at virka." <o:p></o:p>
<o:p></o:p>