Framtiðin hjá Morten í leysum lofti

Tað er enn ikki greitt, um Morten Olsen eisini verður landsliðsvenjari, tá HM-endaspælið í Suðurafrika er av. Morten Olsen hevur sitið tryggur í sessinum seinastu níggju árini, og hóast atfinningar hava verið, er lítil ivi um, at leiðslan í DBU fegin vil leingja samstarvið. – Aftalan er, at vit seta okkum saman, tá seinastu undankappingardystirnir eru av, og vit vita, um vit koma til endaspælið ella ikki, sigur aðalskrivarin í DBU, Jim Stjerne Hansen, við BT.