Framtíðin hjá Hamas er í óvissu

Enn er fleiri viðurskiftin í friðarætlanini hjá amerikanska forsetanum, sum er í 20 punktum, ið enn ikki eru avgreidd

Nú allir teir 20 livandi gíslarnir, sum Hamas hevur havt í fangilsi í meira enn tvey ár, eru leyslatnir, fer Ísrael eisini at lata umleið 2000 palestinskar fangar leysar.

 

Tað eru bert nakrir fáir dagar gingnir, síðan Ísrael og Hamas gjørdust samd um eina vápnahvíldaravtalu eftir uppskoti hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Sambært avtaluni skal eisini latast upp fyri neyðhjálp inn í Gazageiran, og ísraelski herurin skal taka seg aftur úr ávísum økjum í Gazageiranum.

 

Tað eru tó fleiri viðurskiftin í friðarætlanini hjá amerikanska forsetanum, sum er í 20 punktum, ið enn ikki eru framd í verki.

 

Eitt er, hvussu Gazageirin skal stýrast, og hvat skal henda við Hamas. Ísrael krevur, at Hamas skal avvápnast, um landið skal taka alla sína hermegi úr økinum.

 

- Talsfólk fyri Hamas hevur avvíst hesum treytum, men uttanríkisráðharrin fyri palestinska sjálvstýrið, Varsen Aghabekian, segði sunnudagin, at Hamas hevur góðkent hetta.

 

Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at víðari friðarsamráðingarnar skulu fara fram í Sharm-al-Sheik í Egyptalandi, har bæði USA og fleiri arabisk lond fara at luttaka.

 

Lesið eisini:

 

Allir livandi gíslar leysirhttps://www.in.fo/news-detail/allir-livandi-gislar-leysir