Smyril er komin aftur

Smyril er komin aftur til Føroya, og liggur nú á Krambatanga.

Eftir sjey vikum í dokk á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni og umfatandi umbyggingar- og ísetingararbeiðir, er Smyril nú aftur.

 

Stórarbeiðir eru fingin frá hondini. Uppíbygging í afturskipið og íseting av tveimum síðuskrúvum aftan og tríggir nýggir hjálpimotorar, sum eru meira enn tvífalt so máttmiklir sum teir undanfarnu, eru mest týðandi arbeiðini. Umframt nógv arbeiðir í samband við 20 ára klassingina, skrivar ssl.fo.

 

Undan fráferðina úr Munkebo gjørdi Smyril royndarkoyringar av ymsum skipanum umborð. Nógvar skipanir blivu tiknar sundir í byrjanini og blivu síðani settar saman aftur og skuldu fáast at rigga, áðrenn full megi kundi setast á.

 

Fólk frá rakstrardeildini á Strandferðsluni og fólk frá Fayard leiddu stóru verkætlanina, sum upp á tað mesta hevði eini 200 fólk knýtt at sær. Hægsta talið av arbeiðsfólki í senn umborð var áleið 100. Talið av undirveitarum var umleið tíggju.

 

Manning av Smyrli, ið var við í dokk, taldi 24 fólk íroknað báðar verkætlanarleiðararnar. Hin parturin av manningini, 32 fólk íalt, í vaktum, sigldu við Galaxy. 

 

“Hesar vikurnar hava verið rættiliga baldrutar hjá nógvum fólkum á Strandferðsluni, á sjógvi og á landi, men skulu øll eiga eina hjartans tøkk fyri innsatsin og uppbakningin”, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

 

Í 2028 skal Smyril aftur í dokk, tá ið størsta arbeiðið verður at skifta teir fýra høvuðsmotorarnar. Verkætlanin hesaferð hevði eina játtan upp á 120 milliónir krónur íroknað leiguskipið. Tørvurin á játtan verður áleið sami í 2028, skrivar ssl.fo.

 

Smyril byrjar aftur í sigling um Suðuroyarfjørð í morginiárini klokkan 6:00.

 

##med2##