Ólavur Rasmussen, sum er drívmegin aftanfyri projekt Salt á Tvøroyri, hevur framvegis góðar vónir um, at verkætlanin verður veruleiki.
Sum tað sæst í aðrari grein á Portalinum, er so lítil áhugi at gera arbeiðið, at ongin tilboð eru komin inn upp á tey stóru arbeiðini.
Ólavur Rasmussen sigur í eini stuttari, at hann dugir ikki at siga, hví tilboð bara komu inn upp á tey smærru arbeiðini.
Hann sigur kortini, at tilboðini, sum komu inn, gingu teimum til vildar.
Hann veit heldur ikki, hvat nú fer henda.
- Tað mugu vit finna út av saman við teimum, sum hava stuðlað ætlanina, sigur hann.
- Saman við stuðulsveitarunum, fer Saltsilogrunnurin nú at umhugsa ein leist fyri, hvussu trupulleikin við teimum entreprisunum, sum mangla, skal loysast, sigur hann.
Fyrrenn hann hevur tosað við stuðulsveitararnar, veit hann ikki at siga, hvussu farið verður fram hereftir
- Hvør leisturin verður, er í løtuni ov tíðliga at siga nakað um, men SALT roynir at arbeiða skjótt við málinum, bæði við atliti til bygging og við atliti til at geva almenninginum eina neyvari kunning, sigur Ólavur Rasmussen.
Men hann metir ikki, at hetta setir projektið í vanda.
Sjálvur metir hann, at úrslitið verður, at samráðingar fara at vera við ymsar arbeiðstakarar, sum kunnu hugsast at vera sinnaðir at gera tey arbeiðini, ongin hevur bjóða upp á.