Framvegis lágir prísir

Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya góð 266 tons. Rættiliga fitt var av útróðrarfiski, men nakað av fiski var frá línuskipum, og onkur trolbátur seldi eisini.

Knappliga 110 tons vóru av toski, men prísurin var lágur. Tann størsti toskurin fór fyri 14,87 krónur í meðal fyri kilo, toskur II fór fyri 13,73 krónur, toskur III fyri 13,32 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 10,97 krónur fyri kilo.

Góð 50 tons vóru av hýsu, men heldur ikki hon fekk tann besta prísin. Hýsa I fór fyri 11,75 krónur í meðal, hýsa II fyri 10,72 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 9,89 krónur í dag.

Línuskipini høvdu góð 40 tons av longu og góð 30 tons av brosmu, men heldur ikki hesi fiskasløgini fingu serliga góðan prís. Tann størsta longan fór fyri 10,93 krónur í meðal, longa II fór fyri 11,33 krónur og longa III fyri 9,70 krónur. Meðalprísurin fyri ta størstu brosmuna var 8,15 krónur, stødd II fór fyri 8,13 krónur, og brosma III fekk í meðal 8,01 krónur fyri kilo.

Nakað var av havtasku og svartkalva. Havtaskuprísurin kom upp í knappar 33 krónur fyri kilo, og svartkalvin fór fyri góðar 33 krónur kilo.

Tey 266 tonsini, sum vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, vóðu seld fyri góðar 3,2 milliónir krónur.