Framvegis sera nógv smittað

Í gjár vóru 766 nýggir tilburðir við koronu staðfestur. Smittutrýstið er lækkað úr 21,3 til 16,2 prosent. Miðaltalið á smittaðum seinastu vikuna er nú komið upp á 676

Í gjár vóru 766 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

3889 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4730 smittað við korona, eingin er innlagdur vegna ella við korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.